NEVZA U19: Føroysku mennirnir vunnu á Onglandi (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu Føroyar U19 menn vunnu 3-1 á Onglandi, og hoyr Julian Vest Niclasen og Andreas R. Zachau seta orð á sigurin

 

 

Føroyska U19 mennirnir endaðu NEVZA kappingina væl við einum 3-1 sigri á Onglandi

Føroyska U19 mennirnir endaðu NEVZA kappingina væl við einum 3-1 sigri á Onglandi

##med2##

Føroysku U19  flogbóltsmennirnir sum undan plasseringsdystinum móti Onglandi høvdu tapt 1-3 móti Svøríki, Noreg og Íslandi í NEVZA kappingini í Finnlandi megnaðu fyrrapartin at gera ein vørr í plasseringsdystinum móti Onglandi.

Føroysku mennirnir avrikaðu væl og vunnu 3-1, og sluppu sostatt undan sjeynda og aftasta plássinum í NEVZA kappingini.

Føroyar-Ongland 3-1 (25-19, 21-25, 25-18, 25-23)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum Føroyar vunnu móti Onglandi.

2) Hoyr samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi við hevaran, Julian Vest Niclasen sum sambært hagtalsmanninum, Andreasi Reinert Zachau spældi ein lýtaleysan dyst. Julian sjálvur leggur dent á, at talan var um seinasta U19-landsdystin hjá fleiri spælarum, og tí hevði tað stóran týdning fyri teir at enda væl við einum sigri. Hoyr eisini hagtalsmannin, Andreas greina dystin.

 

 

Føroyska U19 mennirnir endaðu NEVZA kappingina væl við einum 3-1 sigri á Onglandi

(Føroyar-Ongland 3-1: Avgerandi bóltarnir og samrøður við Julian V. Niclasen og Andrias R. Zachau)