NEVZA: U19 kvinnurnar hava tapt tveir dystir 0-3 (FM1)

(FM1) Hoyr tað sum Lars Engell, landsliðsvenjari hjá U19 kvinnulandsliðnum í flogbólti segði aftaná tapini móti Danmark og Finnlandi

Lars Engell er U19 kvinnulandsliðsvenjari (Mynd: Óli G. Samuelsen)

Lars Engell er U19 kvinnulandsliðsvenjari (Mynd: Óli G. Samuelsen)

##med2##

U19 kvinnulandsliðið í flogbólti tapti báðar dystirnar 0-3 í innleiðandi bólkinum í NEVZA kappingini, ið er í Kuortane í Finnlandi hetta vikuskiftið. Mótstøðuliðini vóru Danmark og Finnland.

Landsliðsvenjarin, Lars Engell heldur, at kvinnurnar hava gjørt tað heiðurligt í mun til tað krútsterku mótstøðuna. Serliga finska liðið er eitt framúr gott lið. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi við Lars Engell aftaná dystirnar móti Danmark tíðliga í dag, og móti Finnlandi sum var seinnapartin.

Úrslitini hjá U19 kvinnulandsliðnum í dag:

Føroyar

Føroyar

Danmark

Finnland

0-3 (19-25, 15-25, 22-25)

0-3 (14-25, 13-25, 15-25)

Lars Engell er U19 kvinnulandsliðsvenjari (Mynd: Óli G. Samuelsen)

(Samrøður við Lars Engell aftaná 0-3 tapini móti Danmark og Finnlandi)