NEVZA: U19 mennirnir taptu 1-3 móti Svøríki og Noregi (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður við Hans Simonsen og við Jón Weihe Simonsen gjørdar aftaná 1-3 tapini móti Svøríki og Noregi

 

 

Føroyska U19-manslandsliðið tapti 1-3 móti bæði Svøríki og Noregi í NEVZA kappingini í Finnlandi í dag

Føroyska U19-manslandsliðið tapti 1-3 móti bæði Svøríki og Noregi í NEVZA kappingini í Finnlandi í dag

##med2##

Føroysku U19 flogbóltsmennirnir taptu eisini báðar teir innleiðandi dystirnar í NEVZA kappingini, ið er í Finnlandi hetta vikuskiftið. 

Men føroysku U19 mennirnir megnaðu so at vinna eitt sett móti bæði Svøríki og Noregi.

Føroyar-Svøríki 1-3 (14-25, 25-23, 8-25, 12-25)

Føroyar-Noreg 1-3 (22-23, 23-25, 25-23, 17-25)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í settinum Føroyar vunnu á Svøríki. Hannelena Simonsen var viðmerkjari.

2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við venjaran, Hans Simonsen aftaná 1-3 tapið móti Svøríki.

3) Hoyr Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í settinum Føroyar vunnu á Noregi.

4) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Hans Simonsen og Jón Weihe Simonsen aftaná 1-3 tapið móti Noregi.

Tað er meira tapið móti Noregi enn tapið móti Svøríki Hans og Jón iðra seg um. Móti einum sterkum svenskum liði var tað á einari leið at vinna eitt sett. Men móti Noregi har liðini vóru nógv javnari átti føroyska liðið at fingið meir burturúr.

 

 

Føroyska U19-manslandsliðið tapti 1-3 móti bæði Svøríki og Noregi í NEVZA kappingini í Finnlandi í dag

(Samrøður við Hans Simonsen og Jón Weihe Simonsen aftaná 1-3 tap móti Svøríki og Noregi)