Neymar aftur á veg til Barcelona

Leysasøgurnar um heimsins dýrasta fótbóltsspælara halda fram

Mynd: (Scanpix) Neymar trívist ikki í PSG sambært sponskum og fronskum miðlum

Mynd: (Scanpix) Neymar trívist ikki í PSG sambært sponskum og fronskum miðlum

Ein av stóru leysasøgunum í summar hevur verið, at Neymar Jr vil aftur til FC Barcelona. Hann skifti fyri tveimum árum síðani frá júst FC Barcelona til Paris Saint-Germain fyri 1,6 milliardir kórnur. Tað er framvegis met.

Seinasta árið hava verið fleir ábendingar um, at Neymar ikki trívist í PSG. Hann bleiv keyptur, tí felagið vil vinna Champions League, men higartil hevur tað ikki verið nær við. Tað hevur allatíð ljóðað, at FC Barcelona, sum ongantíð ynskti at selja hann, vil hava brasilska landsliðsspælaran aftur. 

Nú skriva spanskir miðlar, at gongd er í samráðingunum millum feløgini. FC Barcelona hevur longu keypt Antoine Griezmann og Frenkie de Jong, so tað eru ikki nógvir pengar eftir, Tí verður mett, at talan verður um eitt býti millum feløgini, har PSG fær Philippe Coutinho, Nelson Semedo og møguliga aðrar.

 ##med2##

Millum prógvini hjá miðlunum er, at umboð fyri feløgini og spælaran eru sædd í Barcelona. Tað nýggjasta er at ítróttarstjórin hjá FC Barcelona er í París. Áskoðararnir hjá PSG eru eisini við at verða troyttir av Neymar, og hava víst sína ónøgd við kappingarbyrjan, har Neymar ikki hevur verður við vegna skaða – um vit skulu trúgva franska høvðusstaðarfelagnum.

Spanskir miðlar seta eisini Neymar í samband við Real Madrid. Her verður mett, at Neymar helst vil til FC Barcelona, har hann saman við Luis Suarez og Lionel Messi vann Champions League í 2015. Hartil sigst at Zinedine Zidane, venjari hjá Real Madrid, ikki hevur víst Neymar stórvegis áhuga.

Mynd: (Scanpix) Neymar trívist ikki í PSG sambært sponskum og fronskum miðlum

Mynd: (Scanpix) Neymar spældi í FC Barcelona saman við Lionel Messi og Luis Suarez til fyri tveimum árum síðani