Neymar aftur útvístur

Paris Saint Germain er ikki topp, eftir ósigur fyri Lille, har Neymar enn eina ferð bleiv útvístur.

Tað var dramatikkur í toppdystinum í fronsku landskappingini, tá Paris Saint-Germain á heimavølli tapti 1-0 móti Lille. Móti dystarenda bleiv Neymar útvístur, tá hann fekk sítt seinna gula kort fyri at skumpa ein spælara hjá Lille.

Hetta hevur elvt til kritikk av brasilsku heimsstjørnuni. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Neymar verður útvístur fyri heldur tápuligan atburð. Tað hevur fingið millum annað fyrrverandi franska heimsmeistaran, Bixente Lizarazu, at kritisera Neymar.

– So skjótt tað gongur Neymar ímóti, so blívur hann svakur. Hann er ein fantastiskur spælari, men hansara atburður er ikki til frama fyri liðið, sigur Bixente Lizarazu við Telefoot.

Paris Saint-Germain hevur verið at kalla einaráðandi, eftir at ríkmenn úr Katar keyptu felagið. Stóra málið hevur verið at vinna Champions League. Nærmast kom felagið í fjør, tá teir í finaluni taptu móti Bayern Munchen, ið aftur er mótstøðuliðið í fjórðingsfinaluni, sum verður í næstum.

Hetta er triðju ferð, at Neymar verður útvístur í fronsku landskappingini, eftir at hann í 2017 skifti til PSG frá FC Barcelona.