Neymar er í Barcelona í dag

Framhaldssøgan um Neymar og FC Barcelona heldur fram – í dag eru partarnir í rættinum

Brasilska heimsstjørnan, Neymar, er í dag í Barcelona. Bóltsnillingurin, sum var arvingurin til kongakrúnnurnar hjá Lionel Messi, valdi fyri tveimum árum síðani at skifta til nýríka Paris Saint Germain.

Hann var troyttur av at standa í skugganum av Lionel Messi, men fann skjótt útav at kongalívið í París var lítið áhugavert. Í alt summar hava FC Barcelona og Neymar fríggjað, men franska høvðusstaðarfelagið hevur ikki gjørt Neymar til heimsins dýrasta fótbóltsspælara, fyri síðani at lata hann aftur til katalanska stórfelagið.

##med2## 

Í dag verður ýlt og rópt eftir Neymar. Eisini áskoðararnir hjá PSG eru troyttir av rullandi Neymar, sum hevur ilt við at vinna tekkið hjá fótbóltsheiminum. Søgurnar siga, at hann nú vil aftur undir veingirnar á Lionel Messi, sum júst er kosin til heimsins besti fótbóltsspælara. Júst tað var aðalmálið hjá Neymar, tá hann skifti til PSG.

Í dag er Neymar so aftur í katalanska høvðusstaðnum. Ørindini eru at møta FC Barcelona í rættinum. Neymar og hansara fólk meta, at brasilski fótbóltsspælarin eigur 88 milliónir krónur til góðar í FC Barcelona. Hetta er eitt sokallað loyalitetsútgjald.

Ikki nokk við tí. Neymar fekk áleið 100 milliónir krónur í loyalitetsútgjaldi stutt undan skiftinum til PSG. Nú eru partarnir ósamdir, um gjaldið á 88 milliónir krónur eisini eigur at fella. Neymar og hansara fólk siga ja, meðan FC Barcelona sigur nei. Teir meta, at so skuldi Neymar spæla við FC Barcelona fram til 2022.

##med3##

So antin var Neymar á veg til FC Barcelona í summar, ella eru partarnir rúkandi ósamdir. Ella kanska passa bæði? Nú verður bíðað til næsta part av framhaldsrøðini um Neymar og FC Barcelona.