Nicklas harmast álopsspælið - Ári fegnast um verjuspælið (FM1)

(FM1) Hoyr Nicklas Selvig, toppskjútta hjá KÍF og Ára E. Dam, málverja hjá H71 seta orð á 23-19 (11-11) sigurin hjá H71 á KÍF

Nicklas Selvig skoraði sjey mál fyri KÍF móti H71 í dag

Nicklas Selvig skoraði sjey mál fyri KÍF móti H71 í dag

##med2##

H71 er suverent oddalið í Okkaradeildini við 18 stigum aftaná 23-19 (11-11) sigurin á KÍF í Hoyvíkshøllini. Fimm stig eru niður til nummar tvey, StÍF, og heili níggju stig eru niður til KÍF, ið er á fimta plássi, so hóast átta dystir eru eftir at leika hjá H71 í grundspælinum eru teir gott og væl í FM-hálvfinalunum.

H71-KÍF 23-19 (11-11)

H71: Peter Krogh 7, Pætur Mikkjalsson 5, Pauli Mittún 4, Leivur Mortensen 3, Hilmar Leon Jakobsen 1, Vilhelm Poulsen 1, Rúni V. Højgaard 1 og Hans Kári Hansen 1. 

KÍF: Nicklas Selvig 7, Hans Eli Sigurbjørnsson 7, Hørður Fannar Sigthórsson 3 og Rani A. Højgaard 2.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá dystarendanum.

2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Andrias Eriksen taka samanum dystin. Andrias heldur, at tað var sera avgerandi fyri dystin, at H71 kom út í seinna hálvleik sum eitt ódnarveður og legði seg á odda 16-12. Hendan munin hildu hoyvíkingar restina av dystinum.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við annan av toppskjúttunum hjá KÍF, Nickas Selvig. Nicklas er væl foreintur við verjuspælið, har sterka H71-liðið verður hildið niðri á 23 málum, men Nicklas er alt annað enn nøgdur við álopsspælið hjá KÍF.

4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við málverjan hjá H71, Ára E. Dam sum staðfestir, at nú sær gott út við at enda millum fýra tey ovastu liðini í grundspælinum. Ári E. Dam hevur ikki hug til at fara í tann stóra favorittleiklutin, ið mong geva H71. Hann væntar, at talan verður um nakrar javnar og spennandi FM-hálvfinalur tá tann tíðin kemur. 

##med3##

##ms##

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71102902296118
 STÍF10285276913
 NEISTIN102692432612
 VÍF102822661612
 KÍF1027026379
 KYNDIL10257267-106
 TEAM KLAKSVÍK10215324-1090

 

 

 

 

Nicklas Selvig skoraði sjey mál fyri KÍF móti H71 í dag

(Samrøður: Nicklas Selvig og Ári E. Dam)

Ári E. Dam og liðfelagarnir í H71 lótu bara 19 mál inn móti KÍF í dag