Niðurlond vunnu á fyrrverandi neistavenjara

Fyrrverandi neistavenjari er til HM við Angola

Fyrrverandi neistavenjarin, Danilo Gagliardi er hjálparvenjari hjá Angola

Fyrrverandi neistavenjarin, Danilo Gagliardi er hjálparvenjari hjá Angola

Nógv vóru spent, tá ið Neistin fann sær forkunnugan venjara fyri nøkrum árum síðani.'

Frá 2016 til á heysti 2017 var brasilski Danilo Gagliardi høvuðsvenjarin hjá neistakvinnum, sum fingu silvur í bæði lands- og steypakappingini.

Venjarin hevði áðrenn havt ein leiklut í brasilska hondbóltssambandinum, og hevði ein ávísan leiklut tá ið Brasil vann HM í 2013.

Eftir tíðina í Neistanum vendi hann nøsina ímóti heitari londum, og hevur verið hjálparvenjari hjá angolska kvinnulandsliðnum, sum er til HM í Japan í hesum døgum.

Angola spældi í dag næsta dystin við HM í Japan, og aftur í dag gjørdist tað til ósigur.

Tapini kunnu kortini sigast at hava verið nakað heiðurlig, tí Angola hevur spælt ímóti sterkum tjóðum í hondbóltshøpi.

Fyrst tapti Angola 32-25 ímóti Serbia og so 35-28 ímóti Niðurlondum í dag. Danilo og Angola skulu í morgin royna seg ímóti Slovenia, og síðani Norra hósdagin.

##med2##

 

 

Fyrrverandi neistavenjarin, Danilo Gagliardi er hjálparvenjari hjá Angola

Danilo, tá ið hann var í Neistanum fyri trimum árum síðani