Niklas fór beint í málið aftur - Rókur fekk frí

Niklas Simonsen spældi væl í steypasigri ímóti HEI mánadagin

Niklas Simonsen fekk ikki leingi frí eftir landsdystirnar

Niklas Simonsen fekk ikki leingi frí eftir landsdystirnar

Føroyska manslandsliðið í hondbólti er mannað við fleiri leikarum, ið spæla í næstfremstu deildini í Danmark. Í hesum feløgum eru ikki heilt somu steðgir sum í teimum bestu deildunum tá ið landsdystir eru á skránni.

Í donsku steypakappingini skuldu liðini hjá Niklasi Simonsen, Tønder, og Róki Akralíð, HEI dystast longu mánakvøldið.

Niklas Simonsen byrjaði í málinum hjá Tønder meðan Rókur Akralíð ikki var á liðnum henda dystin vegna arbeiði.

Og tað vóru Niklas Simonsen og Tønder, ið fingu alt at fegnast um. Tønder vann 38-27 eftir 20-15 í hálvleikinum.

Niklas Simonsen spældi allan fyrra hálvleik og sigur við in.fo at hann hevði átta ella níggju bjargingar. Íroknað eitt brotskast, ið hann kann leggja afturat brotskastsbjargingini ímóti Ukraina leygardagin.

 

TM Tønder fær enn størri mótstøðu skírisdag, tá ið liðið spælir fyrsta dystin í uppflytingarspælinum ímóti Team Sydhavnsøerne.

 

 

Niklas Simonsen fekk ikki leingi frí eftir landsdystirnar