Niklas og Tønder spiltu møguleikan fyri uppflyting

Føroyski málverjin kom inn til dystaravgerðina, men treytirnar vóru ov truplar

Niklas Simonsen fekk eina tunga uppgávu at venda tveymálsleiðslu við fimm minuttum eftir (mynd: TM Tønder og Flemming Andersen á Facebook=

Niklas Simonsen fekk eina tunga uppgávu at venda tveymálsleiðslu við fimm minuttum eftir (mynd: TM Tønder og Flemming Andersen á Facebook=

Í kvøld skuldi føroyski landsliðsmálverjin, Niklas Simonsen, og lið hansara TM Tønder, spæla avgerandi dystin um uppflyting ímóti danska stórfelagnum KIF Kolding.

Kolding var favorittur og álopið hjá teimum koyrdi eisini sera væl í fyrra hálvleiki.

Hóast at Kolding fekk 17 mál í fyrra hálvleiki, var ikki heitt á føroyska landsliðsmálverjan uttan til brotskast. Fyrri hálvleikur endaði 17-14 til KIF Kolding og í seinna hálvleiki var økt upp í 19-15. Men so fór Tønder ígongd. Tá ið 18 minuttir restaðu í var javnleikur 21-21 og tað var stórur spenningur tí bæði liðini skoraðu so at siga hvørt álop. Kolding tók avleiðingina og skifti málverja, men hjá Tønder sat Niklas Simonsen á bonkinum. Kolding helt fram at skora, meðan Tønder stegðaði upp og eftir 26-26 økti Kolding upp í 28-26 áðrenn heitt var á Niklas Simonsen við minni enn fimm minuttum eftir.

Niklas Simonsen var einasti maðurin, ið kundi bjarga Tønder, men treytirnar vóru ov ringar. Kvívíkingurin iðraði seg um at hann ikki fekk fatur í fyrstu royndini, tá ið Kolding økti upp í 29-26, men næstu løtuna var eingin møguleiki fyri føroyskum bjargingum, tá ið mótstøðumenninir komu púra leysir tríggjar ferðir.

Tí endaði dysturin við 33-28 til KIF Kolding, ið fær enn eitt ár í fremstu donsku deildini.

Niklas Simonsen og TM Tønder mugu royna eitt ár afturat í næstfremstu deildini. Føroyski landsliðsmálverjin hevur sáttmála í eitt ár afturat við TM Tønder.

Niklas Simonsen fekk eina tunga uppgávu at venda tveymálsleiðslu við fimm minuttum eftir (mynd: TM Tønder og Flemming Andersen á Facebook=