Spania tekur tveir Heimsmeistarar og fýra Evropameistarar við til Føroya

Luis Enrique hevur úttikið hópin til landsdystin ímóti Føroyum

Sergio Ramos er saman við Sergio Busquets seinastu umboðini fyri spanska Heimsmeistaraliðið í 2010

Sergio Ramos er saman við Sergio Busquets seinastu umboðini fyri spanska Heimsmeistaraliðið í 2010

Tað er eitt spanskt landslið, ið er undir endurbygnaði, ið kemur at spæla ímóti Føroyum á Tórsvølli 7. juni.

Nú hevur spanski landsliðsvenjarin, Luis Enrique, kunngjørt hópin ímóti Føroyum og Svøríki, ið Spania hittir 10. juni samstundis sum Føroyar spæla ímóti Noregi.

Hópurin er ein blanding av royndum og ungum leikarum. Tveir av heimsmeistarunum frá 2010, Sergio Ramos og Sergio Busquets eru úttiknir, og afturat  teimum eru tveir afturat eftir frá liðnum, ið gjørdist Evropameistari í 2012. Teir eru Jordi Alba og so Santi Cazorla, ið ger comeback á landsliðnum eftir fýra ár við drúgvum skaðum. Bæði Santi Cazorla og Sergio Ramos gjørdust eisini Evropameistarar í 2008.

 

Hesir leikarar eru úttiknir til dystin í Føroyum 7. juni:

David De Gea

Pau Lopez

Kepa Arrizabalaga

Jordi Alba

Sergio Ramos

Inigo Martinez

Diego Llorente

Mario Hermoso

Dani Carvajal

Jose Luis Gaya

Sergi Roberto

Santi Cazorla

Rodri

Isco

Daniel Parejo

Jesus Navas

Fabian Ruiz Pena

Sergio Busquets

Rodrigo Moreno

Alvaro Morata

Iago Aspas

Mikel Oyarzabal

Marco Asensio

Sergio Ramos er saman við Sergio Busquets seinastu umboðini fyri spanska Heimsmeistaraliðið í 2010