José Fonte: Soleiðis vunnu vit trygt á Føroyum

(Rás2) Hoyr portugisiska verjuspælararan, José Fonte fortelja um uppskriftina Portugal hevði ímóti Føroyum í báðum dystunum

José Fonte hjá Portugal gav uppskriftina uppá hvussu Portugal vann trygt á Føroyum

José Fonte hjá Portugal gav uppskriftina uppá hvussu Portugal vann trygt á Føroyum

- Vit fluttu bóltin skjótt ígjøgnum síðurnar, og vit brúktu vengurnar væl, og so høvdu eisini tolnið til at bróta Føroyar niður. Soleiðis tekur Premier League-spælarin, portugisiski verjuspælarin, José Fonte samanum uppskriftina uppá hvussu Portugal vann trygt á Føroyum heima og úti við 6-0 og 5-1 sigrum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við West Ham spælaran, José Fonte, sum spældi við Southampton, árini 2010 til 2017. Fyrr í ár skifti hann til West Ham United. 2008 til 2010 spældi José Fonte við Crystal Palace.

 

José Fonte heldur, at Føroyar fingu eitt framúr vakurt mál ímóti Portugal. Hann sigur, at teir vóru greiðir yvir, at føroyingar eru sera dugnaligir við innkasstøður, og tað hevði portugisiska liðið eisini umrøtt áðrenn dystin. Tí er José Fonte vónbrotin um, at tað eydnaðist føroyska liðnum at skora uppá eina innkaststøðu.

 

José Fonte hevur vónir um, at Portugal kann vinna dystirnar sum eru eftir ímóti Ungarn og Andorra á útivølli, og Sveis á heimavølli, og harvið vinna HM-undankappingarbólk B.