Nógv at fyrireika hjá ÍSF til komandi oyggjaleikirnar (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við Jarvin Feilberg Hansen frá ÍSF um fyrireikingarnar til oyggjaleikirnar, ið verða í Gibraltar 6. til 12. juli

Hoyr samrøðu við samskiparan hjá ÍSF, Jarvin Feilberg Hansen um fyrireikingarnar til komandi oyggjaleikirnar, ið verða í Gibraltar 6. til 12. juli

Hoyr samrøðu við samskiparan hjá ÍSF, Jarvin Feilberg Hansen um fyrireikingarnar til komandi oyggjaleikirnar, ið verða í Gibraltar 6. til 12. juli

Dagarnar 6. til 12. juli er Gibraltar vertur fyri oyggjaleikunum. Hetta er onnur ferðin Gibraltar hýsir oyggjaleikunum. Fyrru ferð var í 1995.

Tíverri fara føroyingar á hesum sinni ikki at kappast í bogaskjóting og flogbólti á hesum sinni. Har hava vit vunnu mong heiðursmerki. Hinvegin er judo við sum ítróttargrein hesa ferð, og judo hevur áður verið ein ítróttargrein Føroyar standa so væl í á oyggjaleikum.

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr samrøðu við samskiparan hjá ÍSF, Jarvin Feilberg Hansen, ið hevur nógvar snøklar at fáa uppá pláss áðrenn farið verður til Gibraltar beinleiðis úr Føroyum 4. juli. Heita veðurlagið hevur avbjóðingar við sær, men saman við læknanum hjá ÍSF, Katrin Rubek Nielsen verður arbeitt við at geva ítróttarfólkunum vegleiðingar um hvussu ítróttarfólk eiga at fyrireika seg til kappingarnar í Gibraltar, ið verða í hitastigum sum føroyingar ikki eru vanir við.

Jarvin Feilberg Hansen heldur, at umstøðurnar hjá íðkarunum verða á einum nøktandi støði. Á jaligu síðuni er eisini, at tað er stutt ferðing til allar kappingarnar.

 

 

 

 

Hoyr samrøðu við samskiparan hjá ÍSF, Jarvin Feilberg Hansen um fyrireikingarnar til komandi oyggjaleikirnar, ið verða í Gibraltar 6. til 12. juli