Noktaði at trína á sigursskammilin

Talan var um mótmæli ímóti vinnaranum.

Mick Horton, uttastur til vinstru, noktaði at lata seg avmynda á sigursskamlinum.

Mick Horton, uttastur til vinstru, noktaði at lata seg avmynda á sigursskamlinum.

Avstralski svimjarin, Mack Horton, er farin við yvirskriftum kring heimin eftir at hann í HM í Gwangju í Suðurkorea noktaði at lata seg avmynda á sigursskamlinum.

Orsøkin er, at hann ikki vildi stilla seg við síðuna av kinesiska gullvinnaranum í 400 metrum frí, Sun Yang. Sjálvur vann Mack Horton silvur.

Mack Horton er ónøgdur við, at Sun Yang, ið áður er dømdur fyri doping og aftur nú er undir illgruna fyri tað sama, sleppur at luttaka í HM.

Hetta er ikki fyrstuferð, at Mack Horton leggur eftir Sun Yang. Hann hevur áður kallað hann fyri ein svikara.

Sun Yang sigur við miðlar á staðnum, at hann tulkar hesa gerðina sum eina háðan ímóti ikki bara sær sjálvum, men ímóti øllum Kina.

- Hetta var óheppið. At vera øhøviskur ímóti mær er í lagi, men at háða Kina er óheppið, og tað eri eg harmur um, sigur 27 ára gamli OL-vinnarin.

Mack Horton sigur, at hann var vónbrotin av at verða nummar tvey, men sendi so fleiri atfinnandi orð eftir Sun Yang.

- Gerðirnar hjá honum og hvussu tað hevur verið handfarið tosa eitt týðiligari mál enn eg nakrantíð klári at tosa, segði Horton.

Stóri kinesiski fjepparaskarðin hjá Sun Yang leggur eftir Mack Horton á sosialu miðlunum fyri gerðina, og eitt nú er instagram-vangin hjá Horton floymdur við haturmiklum og hóttandi viðmerkingum.

Mack Horton fær tó ikki einans atfinningar fyri gerðina. Liðfelagin, Mitch Larkin, sigur sambært AAP, at hann metir at 99% av svimjarunum stuðla Horton í tí sum hann gjørdi.

Mick Horton, uttastur til vinstru, noktaði at lata seg avmynda á sigursskamlinum.