Norra stríddi seg víðari ímóti Angola

Danilo Gagliardi og Angola hildu fast í Norra til síðsta korterið

Norra basti Angola eftir tógvið stríð í dag

Norra basti Angola eftir tógvið stríð í dag

Norra kundi spæla seg í høvuðsumfarið við at vinna á Angola í dag, og tað eydnaðist eftir tógvið stríð við Angola, sum hevði stóran heiður av dystinum, sum Norra at enda vann 30-24, eftir at hava verið á odda 13-12 í hálvleikinum.

Sí eisini:

HM: Norra og Svøríki skulu spæla seg víðari í morgun

Norsku heimsstjørnurnar høvdu trupulleikar av hugagóðari angolskari verju og málverja, samstundis sum Angola spældi við góðum hugflogi í álopinum.

Men fyrrverandi venjarin hjá Neistanum, Danilo Gagliardi, sum nú er hjálparvenjari hjá Angola, mátti síggja Norra revsa nøkur mistøk, tá ið komið var inn í seinasta korterið av dystinum.

Tá øktist munurin úr 21-20 til 25-21, og tá ið sera vælleikandi málverjin hjá Angola fór út við skaða, gjørdist tað nakað lættari hjá teimum norsku, sum eisini spældu betri nú, at fáa málini.

Tað endaði 30-24 til Norra, sum nú hevur tryggjað sær víðari luttøku og minst tvey stig við í høvuðsumfarið. Tey stigini kunnu gerast fýra, um tað eydnast at vinna á Niðurlondum í morgin.

Angola røkkur ikki høvuðsumfarinum eftir ósigurin í dag. Serbia og Slovenia stríðast í morgin um at sleppa víðari saman við Norra og Niðurlondum.

Í bólki D gjørdist í dag greitt, at Russland, Svøríki og Japan koma í høvuðsumfarið.

Tað hendi eftir at Russland vann 33-23 á Japan og Svøríki 30-23 á Argentina.

 

Bólkur ALiðDystirMálmunurStig
1Norra4566
2Niðurlond4424
3Serbia4104
4Slovenia4-64
5Angola4-112
6Kuba4-910

 

Bólkur DLiðDystirMálm.Stig
1Russland3496
2Svøríki3316
3Japan384
4Argentina3-112
5DL Kongo4-422
6Kina4-350

Norra basti Angola eftir tógvið stríð í dag