Norsk innrás á FM1

Simen Sandmæl er millum gestirnar á FM1 til landsdystin í kvøld

Mynd: (Álvur Haraldsen) Simen Sandmæl í dysti fyri KÍ móti Skála fyrr í ár

Mynd: (Álvur Haraldsen) Simen Sandmæl í dysti fyri KÍ móti Skála fyrr í ár

Tað verður norsk innrás á FM1 í kvøld í samband við landsdystin móti Norra, sum byrjar klokkan 19.45. FM1 byrjar at senda upptakt av Tórsvølli frá klokkan 18.

Millum gestirnar verða fleir av norsku spælarunum í føroyskum fótbólti. Teirra millum Simen Sandmæl, sum hevur skifti til KÍ undan kappingarbyrjan. Hann kemur eisini at vera taktiska eyga í hálvleikinum. Hinir norsku gestirnir í upptaktini verða Magnus Stamnestrø og Torbjørn Grytten (KÍ), og Peder Nersveen (NSÍ).

 ##med2##

Viðmerkjari í kvøld verður Jens Martin Kundsen. Hóast tað eru skjótt 30 ár síðani minniliga dystin í Landskrona, so vísa norskir miðlar framvegis stóran áhuga fyri manninum við topphúgvuni. Hartil, so verður Jens Martin Kundsen spurdur um úttalisi á forsíðuni á Sosialinum 6. juni 1996, tá hann helt fyri at føroyska liði orkaði ov illa í dystinum móti Spania tá (myndin).

##med3##

Mynd: (Álvur Haraldsen) Simen Sandmæl í dysti fyri KÍ móti Skála fyrr í ár

Mynd: (Savnsmynd) Forsíðan á Sosialinum 6. juni 1996, eftir at føroyska landsliðið hevur tapt 6-2 móti Spania