Norskir fjepparar lata væl at føroyska avrikinum

Úrslitið á Tórsvølli var ein lætti hjá norskum fjepparum

Tá ið dysturin á Tórsvølli er av ganga norsku fjeppararnir spakuliga frá áskoðaraplássunum. Lagið tykist gott, og ikki minst á einum bólki av monnum, ið práta óført bæði sínamillum og við føroyskar fjepparar, sum siga takk fyri dystin.

Serliga ein av harrunum, ið kallast Einar, fær nakrar heilsanir. Orsøkin er húgvan, ið ber boð um at hann stuðlar felagnum, Brann, har føroyski Gilli Rólantsson Sørensen dagliga spælir.

lagið á Einari og feløgunum í fjepparalagnum er merkt av lætta.

-Vit eru altíð glaðir fyri ein sigur, heldur Einar fyri, men er eisini skjótur at rósa føroyska avrikinum.

-Føroyar høvdu vandamiklar møguleikar, men vit kendu at vit fingu tamarhald á dystinum, greiðir hann frá.

Spurdur um hvat hann helt um avrikið hjá Gilla Rólantssyni, hevur Einar alt gott at bera føroyska Brann-leikaranum.

-Hann var sera góður, hevði góð innlegg og var við í størstu føroysku møguleikunum, sigur Brann-fjepparin.

Einar og felagarnir eru vanir at vera til útidystir við landsliðnum og at vera í Føroyum er eitt sindur øðrvísi.

-Tað er eitt sindur minni og eitt sindur kaldari, heldur Einar fyri – Og gott øl, rópar onkur av vinmonnunum aftanfyri.

Einar greiðir frá, at teir eru vanir at ferðast suðureftir, tá ið norska landsliðið spælir, so Føroyar eru tað kaldasta staðið teir hava verið í Evropa, men rómurin var góður kortini – eisini orsakað av úrslitinum.

Spurdur um teir hava sæð nóg mikið av føroysku góðskuni til at vóna at Føroyar fara at stjala nøkur stig frá kappingarneytunum, Svøríki og Rumenia, eru fleiri av norsku fjepparunum skjótir at tala at.

-Vit skulu bara vinna allar okkara dystir, so klára vit tað, sigur ein av vinmonnunum.

Einar sigur seg kortini vóna at Føroyar fara at vinna ein dyst ella tveir í undankappingini – bara tað ikki verður ímóti Norra, flennir hann at enda.