Norskir miðlar senda Gilla longur norð

Gilli Rólantsson skiftir møguliga felag í næstum

Skulu vit trúgva norskum miðlum, so er Gilli Rólantsson á veg til Tromsø. Tað er lokali miðilin, iTromsø, sum skrivar at felagið ynskir at fáa Gilla Rólantsson frá Brann Bergen.

Føroyski landsliðsspælarin var í farna kappingarári ein lyklaspælari hjá Brann, men hevur í hesum kappingarárinum sitið nógv á bonkinum. Tí verður mett, at skiftið er áhugavert fyri tvøramannin í Brann.

Tromsø spælir eisini í elituseriuni. Venjari er Simo Valakari og hann spælir eitt slag av 3-5-2, ið passar væl til Gilla Rólantsson. Hann hevur fyrr sagt, at hann trívist væl sum bakkur og vongbakkur.

##med2## 

Eurosport.no skrivar, at ein avbjóðing hjá Tomsø er at Brann Bergen ikki ynskir at sleppa føroyska landsliðsspælaranum. Hóast hann ikki fær nógva spælitíð, so sigst at venjarin er glaður fyri at hava Gilla Rólantsson í hópinum.

iTromsø skrivar eisini, at Gilli Rólantsson kann verða dýrur at keypa, tí hann hevur sáttmála til 2020. Gilli Rólantsson vil ikki gera aðrar viðmerkingar til greinina, enn at hann veit at tað er áhugi frá Tromsø.

Annars er vert at nevna, at Andras Gango er málmansvenjari hjá Tromsø, sum tvær ferðir hevur spælt móti føroyskum liðum í Evropa. Teir vunnu 10-0 á HB í 1993, og taptu samanlagt fyri Víkingi í 2014.