Norskur útvarpsmaður - føroyskur landsliðsleikari (FM1)

(FM1) Hoyr reportasjuna FM1 gjørdi í Jærradio í Sandnes, tá vit vitjaðu Rógva Baldvinsson, útvarpsmann og landsliðsleikara

Rógvi Baldvinsson er útvarpsmaður hjá Jærradio í Sandnes sunnanfyri Stavanger

Rógvi Baldvinsson er útvarpsmaður hjá Jærradio í Sandnes sunnanfyri Stavanger

##med2## 

Frá føroyingum sum búgva í Suður-Rogalandi verður staðfest, at Rógvi er ein væl dámdur útvarpsmaður við einari fangandi útvarpsrødd. Rógvi er nógv tann kendasti føroyingurin, staðfesta aðrir føroyingar sum búgva har á leiðini.

Tá undirritaði er komin inn á útvarpsstøðina og fær heilsa uppá Rógva kemur tað ikki sum ein hvøkkur, at sendingin sum skal byrja klokkan níggju hendan fríggjamorgunin er ein fótbóltssending. Saman við einum øðrum verti, ið hevur spælt við besta liðnum hjá Sandnes ULF viðgera Rógvi og hin verturin bæði lokalu fótbóltsliðini í Jæren-økinum og altjóða fótbólt. Í sendingini er Rógvi eisini tøkningur umframt at verða vertur. Tað koyrir væl hjá Rógva, eisini tá hann skal lesa inn tey stuttu tíðindini, ið verða send hvønn tíma. Stutta tíðindasendingin er umleið tríggjar minuttir til longdar. Rógvi arbeiðir fyri Jærradio 25 til 30 tímar um vikuna. Hann hevur vanliga morgunsendingar millum klokkan seks og tíggju. Tíðliga seinnapartar venur hann við Bryne. Rógvi var upprunaliga biðin um at verða fótbóltsekspertur til ávísar sendingar, men skjótt var tað starvsfólkunum í Jærradio greitt, at her var talan um ein evnaríkan mann. Tað gekk ikki lang tíð so fekk Rógvi fast starv á Jærradio í Sandnes.

Rógvi merkir stóran áhuga nú hann og hinir á landsliðnum skulu takast við Noreg á Tórsvølli 10. juni. Norska TV2 hevur verið á gátt í Jærradio fyri at gera eitt longri innslag um Rógva. Rógvi greiðir frá, at hann hevur prátað við ikki so fáar norðmenn, ið ætla at halda við Føroyum í dystinum móti Noregi. Meðan flestu føroyingar sikta eftir einum liviligum tapi móti Spania, og kanska einum harðvunnum javnleiki móti Noregi, so siktar Rógvi hægri: - Eg fari eftir, at vit megna javnleik móti Spania og vinna á Noregi. Tað merkjist, at dysturin móti Noregi hevur stóran týdning hjá unga, dugnaliga manninum sum er norskur útvarpsmaður og føroyskur landsliðsleikari.

Omanfyri ber til at hoyra eina reportasju frá FM1. Reportarin hjá FM1 endaði eisini sum gestur hjá Jærradio ta einu løtuna. 

Og her sæst ein YouTube upptøka har til ber at hoyra og síggja eitt brot við Rógva Baldvinsson sum útvarpsverti á Jærradio í Sandnes.

##med3##

##med4##

Rógvi Baldvinsson er útvarpsmaður hjá Jærradio í Sandnes sunnanfyri Stavanger

(Hoyr reportasjuna hjá FM1, tá vit vitjaðu Rógva Baldvinsson á Jærradio í Sandnes)

Rógvi Baldvinsson føroyskur landsliđsleikari - norskur útvarpsmađur