NSÍ-arnir fáa íslendsk bomm fyri skotin mál (FM1)

(FM1) Hoyr Guðjón Tórðarson, høvuðsvenjara hjá NSÍ greiða frá hvussu "Djúpur" og "Bingokúlur" hjálpa uppá málskjótingina

Her sæst høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Guðjón Tórðarson í samrøðu við reportarin hjá FM1, Trónd Arge

Her sæst høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Guðjón Tórðarson í samrøðu við reportarin hjá FM1, Trónd Arge

##med2##

Tað gongur væl hjá NSÍ og høvuðsvenjaranum, Guðjóni Tórðasyni. NSÍ er oddalið í Betrideildini hjá monnum aftaná ein greiðan 5-1 sigur á AB úti í Vika á Argjum í dag.

NSÍ hevur skotið flest mál í Betrideildini higartil, 49 mál í 18 dystum. 

Í samrøðu við Trónd Arge á FM1 avdúkaði íslendski høvuðsvenjarin hjá NSÍ loynidómin aftanfyri mongu málini: - Eg gevi spælarunum sera væl smakkandi íslendsk bomm hvørja ferð teir skora mál.

Sostatt kunnu NSÍ-fjeppararnir senda "Djúpur", "Bingokúlum" og "Freyju Mix" nógvar góðar tankar.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Guðjón Tórðarson aftaná 5-1 sigurin hjá NSÍ úti í Vika á Argjum. 

AB – NSÍ 1-5  (1-1)

1-0: Hans Jákup Annfinsson (28.)

1-1: Klæmint A. Olsen (35.)

1-2: Petur Knudsen br (60.)

1-3: Klæmint A. Olsen (62.)

1-4: Bárður J. Hansen (85.)

1-5: Jann Benjaminsen (90.)

HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum seks málunum sum komu í dystinum á Argjum. Hoyr eisini samrøðurnar Tróndur gjørdi við liðskipararnar, Bárður Olsen (AB) og Klæmint A. Olsen (NSÍ).

 

 

Her sæst høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Guðjón Tórðarson í samrøðu við reportarin hjá FM1, Trónd Arge

(Samrøða: Guðjón Tórðarson, høvuðsvenjari hjá NSÍ)