NSÍ best fyri í silvurstríðnum

Betri deildin kvinnur: Við trivaligum sigri á útivølli móti ÍVB, hava runavíkingar tryggjað sær eitt gott útgangsstøði undan seinasta umfari

Ein javnleikur í seinasta leikumfari er nóg mikið til at tryggja NSÍ silvurkrónurnar, eisini sjálvt um HB skuldi vunnið sín dyst - mynd: savnsmynd

Ein javnleikur í seinasta leikumfari er nóg mikið til at tryggja NSÍ silvurkrónurnar, eisini sjálvt um HB skuldi vunnið sín dyst - mynd: savnsmynd

Spenningurin um heiðursmerkini hevur verið øgiligur seinastu vikurnar, men úrslitini í dystunum hesa vikuna hava við sær, at NSÍ og HB hava nógv tey bestu kortini á hondini í Betri deildini hjá kvinnum.

ÍVB – NSÍ 1-5

Tað var illveðursstemningur í Sarpugerði, bæði so og so, tá ÍVB tók ímóti NSÍ fríggjakvøldið. Gestirnir settu seg tungt á dystin frá byrjan, og áðrenn ÍVB hevði fingið eitt bein til jørðina, hevði NSÍ lagt seg á odda við fleiri málum. 

Margunn Lindholm byrjaði málveitsluna í fimta minutti, eitt knapt korter seinni var Jacoba Langgaard so óheppin at beina bóltin í egið mál, og eftir hálvan tíma sendi Unn Hvidbro eitt fríspark beinleiðis í málið til 3-0 til gestirnar.

NSÍ helt fram í sama stima í seinna hálvleiki, og eftir bert 10 minuttir slapp Laila Pætursdóttir eisini uppí málskjótingina, tá hon við góðum uppleggi frá Heidi Sevdal gjørdi tað til 4-0. Lítla løtu seinni minkaði Jacoba Langgaard um munin við einum brotssparki, men tað bleiv ikki til meira enn tað hjá heimaliðnum.

Ístaðin endaði dysturin á sama hátt, sum hann byrjaði. Margunn Lindholm setti punktum við sínum seinna máli til endaliga úrslitið 5-1, og við sigrinum hevur NSÍ eitt sera gott útgangsstøði undan seinasta leikumfari, har júst hesi bæði liðini aftur bresta saman. NSÍ er trý stig frammanfyri HB á triðja plássi, og runavíkingar hava eitt vet betri málurtøku. Eitt stig er tí nóg mikið til við vissu at tryggja teimum silvurheiðursmerkini, men við dystargongdini í Gøtu í huga er nærliggjandi at meta NSÍ sum greiðan favoritt at enda árið við einum sigri.

EBS/Skála – B36 0-2

Armarnir hjá B36 kvinnunum komu væl og virðiliga niður aftur, tá tær vitjaðu á Skála í gjár. Eftir ein góðan stima við trimum sigrum á rað, møttu tær her einum væl skipaðum og vælspælandi felagsliði, sum á vøllinum vísti, hvussu nógv tær hava tikið seg fram í ár.

Áskoðaðarnir undir Mýruhjalla fingu tó ikki stórvegis undirhald at gleðast um, fyrr enn dysturin nærkaðist endanum. Hvørgan av liðunum megnaðu at skapa stórar møguleikar, men tá EBS/Skála flutti Leu Lisberg úr miðverjuni og longur fram á vøllin, lat hetta upp fyri spælinum hjá heimaliðnum.

Tað gav úrslit 10 minuttir fyri leiklok, tá júst Lea Lisberg legði heimaliðið á odda, og bert tveir minuttir seinni økti Randi Fagradal til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Ein samanumtikið uppiborin sigur til EBS/Skála, meðan ósigurin hevur sløkt vónirnar hjá B36 um at enda á einum heiðursmerkjaplássi. Tær skulu í seinasta leikumfari til Klaksvíkar at spæla ímóti føroyameistarunum KÍ, meðan EBS/Skála endar árið á útivølli móti HB.

Útgangsstøðið hjá NSÌ er tí sera gott undan seinasta leikumfari, sum verður spælt leygardagin. Tá taka runavíkingar ímóti ÍVB á heimavølli, og ein javnleikur er tá nóg mikið til at tryggja teimum silvurkrónurnar, sjálvt um kappingarneytarnir úr HB skuldu vunnið sín dyst.

119172052163653
2NSÍ197663528727
3HB196673530524
4B36196582228-623
5ÍF/Víkingur/B681954102537-1219
6EBS/Skála1941141545-3013

Ein javnleikur í seinasta leikumfari er nóg mikið til at tryggja NSÍ silvurkrónurnar, eisini sjálvt um HB skuldi vunnið sín dyst - mynd: savnsmynd