NSÍ bjóðar av álvara av

Kvinnur: Ársins spælari flytur til barndómsfelagið, og annar stórur profilur er á veg í felagið

Nú er tað nakað síðani, at tað varð alment, at NSÍ fer í 2020 at luttaka í bestu kvinnudeildini.

Tað eru ikki hissini tíðindi í kvinnufótbólti, tí NSÍ hevur ikki verið við í kvinnukappingini í nógv ár. Síðsta ferðin, at NSÍ var at síggja í bestu deildini, var í 2012, tá ið felagslið hjá B68/NSÍ luttók.

Felagsliðið luttók eisini í 2009, og NSÍ hevur ikki luttikið sum sjálvstøðugt felag síðani 2006.

Millum spælararnar, sum í 2006 vóru á NSÍ liðnum, var sambært faroesoccer.com 17 ára gamla Heidi Sevdal.

Nú boðar NSÍ frá, at Heidi Sevdal verður á nýggja NSÍ liðnum í bestu deildini. Leggjast kann aftrat, at aðrir spælarar, sum eru frammarlaga í kvinnufótbóltinum, eisini fara at umboða NSÍ.

Felagið skrivar millum annað soleiðis:

Hópurin er byrjaður at venja og fólk eru sera spent uppá komandi kappingarár.
Nú er greitt at ein stórur profilur í føroyskum fótbólti fer at umboða NSÍ í 2020. Heidi Sevdal hevur valt at koma heim til Løkin at spæla fótbólt, har hon byrjaði sítt fótbóltsævintýr. Heidi er ein stórur profilur í føroyskum fótbólti, hon hevur íalt spælt 246 dystir í bestu deildini (írokna steypakapping), og hevur hesar dystirnar skorað 282 mál. Heidi hevur eisini spælt gott 50 landsdystir fyri Føroyar, har hon eisini hevur skorað fleiri mál.
Nú er Heidi komin heim til NSÍ, og fer nú at stríðast fyri felagið har alt byrjaði. Vit eru glað um at síggja Heidi aftur í gulu blusini, og bjóða henni vælkomnum aftur til felagið og góða eydnu.

 

Heidi Sevdal hevur síðani 2012 umboðað HB. Undantakið var í 2017, tá ið hon í EBS/Skála var við til at vinna bæði FM og steypakappingina. Millum liðfelagarnar í EBS/Skála var Ansy Sevdal Jakobsen, sum var liðformaður.

Burtursæð frá í EBS/Skála í 2017 hava 30 ára gamla Heidi og 25 ára gamla systir hennara Ansy verið liðfelagar á landsliðnum, og nú verða tær eisini liðfelagar í NSÍ. Tað er ikki vorðið alment enn, men tað er greitt, at Ansy eisini fer at spæla við NSÍ, og harvið kann tað verða so skjótt, at liðið av álvara kann fara at vera millum toppliðini.