NSÍ dumpaði og Víkingur spældi sín besta dyst í ár (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður við ein fegnan Sølva Vatnhamar hjá Víkingi og ein harman hjálparvenjara, Jens Martin Knudsen hjá NSÍ

Her sæst Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi í steypafinaluni móti HB í farnu viku

Her sæst Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi í steypafinaluni móti HB í farnu viku

##med2## 

- Vit máttu vinna fyri at halda okkum inni í FM-stríðnum. Vit máttu eisini vinna fyri at halda okkum langt frammanfyri Víking í stríðnum um tað seinasta Europa League plássið. Vit dumpaðu á báðum økjum. Hetta staðfestir hjálparvenjarin hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen aftaná 0-2 tapið móti Víkingi við Løkin í dag.

Andreas Lava Olsen legði Víking á odda longu í øðrum minutti. Í 82. minutti staðfesti Filip Djordjevic sigurin hjá Víkingi.

- Vit spældu besta dystin í ár, staðfestir ein glaður landsliðsspælari hjá Víkingi, Sølvi Vatnhamar, ið fegnast um, at teir í Víkingu fingu tað eisini at vita frá áskoðarunum hjá Víkingi, og tað vermir hjartað hjá Sølva.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Árni Gregersen, reportari hjá FM1 gjørdi við Sølva Vatnhamar og Jens Martin Knudsen aftaná dystin við Løkin í Runavík í dag. 

Her sæst Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi í steypafinaluni móti HB í farnu viku

(Samrøður: Sølvi Vatnhamar og Jens Martin Knudsen)