NSÍ er nýtt topplið

1. DEILD: NSÍ setti í kvøld grannarnar í B68 upp á pláss

Eli Joensen í NSÍ málinum bjargaði, tá ið B68 toppskjúttin Andri Benjaminsen royndi seg við brotssparki

Eli Joensen í NSÍ málinum bjargaði, tá ið B68 toppskjúttin Andri Benjaminsen royndi seg við brotssparki

At fótbólturin hevur tað gott í NSÍ varð aftur staðfest í kvøld, tá ið næstbesta liðið á heimavølli vann 3-1 ímóti grannunum í B68.

Úrslitið ber við sær, at NSÍ er nýtt topplið í næstbestu deildini.

NSÍ og Víkingur hava 22 stig. Málmunurin hjá NSÍ er +11, og hjá Víkingi er málmunurin +9.

B68 er á fimta plássi við 17 stigum.

Millum teir fyrstu ellivu hjá NSÍ var Aron Knudsen, og hann setti hol á miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Upplegginum stóð Atli Djurhuus Mikkelsen fyri.

B68 toppskjúttin Andri Benjaminsen hevði gyltan møguleika at javna, tá ið dómarin í 29. minutti bríkslaði fyri brotssparki til toftamenn. Men NSÍ málverjin Eli Joensen tveitti seg og bjargaði. Ein minutt seinni skoraði Andri Benjaminsen til 1-1. Hetta var 11. málið hjá Andri Benjaminsen.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði NSÍ tvey mál, og so endaði tað 3-1.

Fyrra málið skoraði Jann Martin Mortensen, sum varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin. Jógvan Højgaard átti uppleggið.

Sølvi Sigvardsen staðfesti 3-1 sigurin. Tá var tað Sølvi Sigvardsen, sum átti uppleggið.

Aftur í kvøld vóru Pól Jóhannus Justinussen og Einar Tróndargjógv á NSÍ liðnum alla tíðina.

Í 12. umfari fær B68 annan leygardag vitjan av B36. NSÍ fær í 12. umfari vitjan av HB. Tann dysturin er útsettur til 10. august. 

Eli Joensen í NSÍ málinum bjargaði, tá ið B68 toppskjúttin Andri Benjaminsen royndi seg við brotssparki