NSÍ-formaðurin: Klæmint er ein stór hetja og fyrimynd (FM1)

(FM1) Hoyr formannin í NSÍ, Dánial Hansen seta orð á týdningin Klæmint A. Olsen hevur fyri felagið

Mynd hjá NSÍ av formanninum, Dániali Hansen

Mynd hjá NSÍ av formanninum, Dániali Hansen

##med2##

NSÍ hevur longu sett tveir søguligar varðar í 2020.

Í august vunnu teir gulu og svørtu seg víðari í Europa League á fyrsta sinni við einum 5-1 stórsigri á Barry Town United úr Wales.

Í dag kann NSÍ fegnast um, at Klæmint A. Olsen hevur skotið 200 mál fyri NSÍ í bestu fótbóltsdeildini, og hevur harvið skrivað søgu. 

Formaðurin í NSÍ, Dánial Hansen stórfegnast, og í samrøðu við FM1 lýsti Dánial Hansen hvønn týdning Klæmint A. Olsen hevur fyri felagið.

Dánial Hansen staðfestir, at fyri fjeppararnar og tey yngru í NSÍ er Klæmint A. Olsen ein hetja og ein fyrimynd. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Dánial Hansen í sendingini "Triði Hálvleikur". 

Mynd hjá NSÍ av formanninum, Dániali Hansen

(Samrøða: Dánial Hansen, formaður í NSÍ um Klæmint A. Olsen)