NSÍ gjørdi skjótt av

Í stóran hálvan tíma skoraðu gestirnir á Skála fýra mál, og tað var so tað

Petur Knudsen skoraði tvey mál á Skála í kvøld

Petur Knudsen skoraði tvey mál á Skála í kvøld

1-0  tapið í Sarpugerði var einki serligt hjá NSÍ. Men síðani hava teir gulu væl og virðiliga reist seg.

Hóskvøldið vunnu teir 5-0 á heimavølli ímóti ÍF, og í nýggjari oyggjauppgerð vann NSÍ í kvøld 4-0 í grannauppgerðini og kommunuuppgerðini á Skála.

Undir Mýruhjalla gjørdi NSÍ heilt skjótt av. Tá ið ein stórur hálvur tími var farin, var NSÍ frammanfyri 4-0, og tað var so tað. Í seinna hálvleiki varð einki mál skorað. Gestirnir vildu fegnir økja um leiðsluna, men í seinna hálvleiki kendist tað sum um, at viljin og tyngdin ikki var, sum tey vóru í fyrra hálvleiki.

Skála royndi at fáa spælið at hanga saman, og tað riggaði væl í løtum í fyrra hálvleiki og ikki minni í seinna hálvleiki. Poul Kallsberg og Jan Ingason Hansen høvdu møguleikar, men Skála kom ikki nærri, enn tá ið Poul Kallsberg sendi bóltin í stólpan aftanfyri Tórð Thomsen.

Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen og ikki minst innskifti og ágrýtni Búi Egilsson høvdu møguleikar, men tað vórðu ikki fleiri mál enn tey fýra, sum vórðu skorað í fyrra hálvleiki.

Skálavenjarin Bill Jacobsen mundi ikki halda, at hetta var dysturin, har hansara lið fór at vinna stig. Ronni Møller-Iversen var á beinkinum alla tíðina. Pætur Dam Jacobsen var á beinkinum, men hann varð skiftur inn í miðverjuna, tá ið Hjalti Strømsten, sum var í miðverjuni saman við Teituri R. Joensen, noyddist av vøllinum longu, tá ið ein stórur hálvur tími var farin.

Petur Knudsen setti hol á í 7. minutti eftir innlegg úr høgru frá Bárði J. Hansen.

Petur Knudsen økti um munin til 2-0 í 17. minutti, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin í málið, eftir at Jann Benjaminsen hevði lagt inn fyri við horna úr vinstru.

Klæmint A. Olsen økti til 3-0 eftir innlegg frá Jann Benjaminsen, og Mórits Heini Mortensen staðfesti longu í 34. minutti trivaliga 4-0 NSÍ sigurin.

NSÍ hevur 12 stig, og Skála hevur eitt stig.

Í sætta umfari skal NSÍ til Klaksvíkar, og AB skal til Fuglafirðar.  

Petur Knudsen skoraði tvey mál á Skála í kvøld