NSÍ-HB verður sunnukvøldið klokkan 19

- Vit villja geva øllum møguleikan at síggja dystin, sigur formaðurin

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jann Benjaminsen í dysti móti HB fyrr í ár

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jann Benjaminsen í dysti móti HB fyrr í ár

NSÍ hevur lagt stórdystin móti HB klokkan 19 sunnukvøldið. Tað er eitt sindur óvanligt, at føroyskur fótbóltur er sunnukvøld, men NSÍ ynskir at royna nýggjar leiðir. 

- Tað er fyri at ikki hava alt í senn. Vit vilja geva fólkið møguleikan at síggja dystin, og síggja fleiri dystir ein sunnudag. Tað er eisini eitt ynski frá venjaratoyminum, so teir kunnu síggja aðrar dystir, sigur Dánjal Hansen, formaður í NSÍ.

 ##med2##

Tað varð nógv umtalað, tá NSÍ í 13. umfari setti sunnudagsdystin móti AB at verða klokkan 19. Argjamenn høvdu flogið málverja heim, men hann skuldi avstað sunnukvøldið. Ein orsøk var, at Premier League bleiv avgjørt seinnapartin sama dag. Premier League byrjar aftur um vikuskiftið.

-  Tað er ikki bara orsaka av dystum í sjónvarpinum, men tað er óintresant bara at síggja ein dyst hvønn sunnudagin í Føroyum. Eg haldi vit skulu flyta dystir, sum tú sær í eitt nú Danmark, sigur Dánjal Hansen.

Les longri samrøðu við Dánjal Hansenm í upptaktini í Sosialinum, sum kemur á gøturnar í kvøld. Her svarar hann eisini upp á kritikkin í Europa League, har NSÍ fór avstað dagin fyri. FM1 sigur frá dystinum sunnukvøldið klokkan 19.

Betri deildin 18.umfar:

Fríggjakvøldið:

KÍ-Víkingur (18.15) Beinleiðis á FM1

*Fótbóltspanelið verður beinleiðis úr Klaksvík frá 16 til 17

Sunnudagin:

AB-ÍF (15.00) Beinleiðis á FM1

TB-Skála (15.00)

B36-EB/Streymur (15.00)

NSÍ-HB (19.00) Beinleiðis á FM1

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jann Benjaminsen í dysti móti HB fyrr í ár

Mynd: (Álvur Haraldsen) Símun Samuelsen (t.v) og Magnus H. Olsen í dysti fyrr í ár