NSÍ hevur fingið stóran styrk

Fjølgávaður stríðsmaður fer at styrkja um liðið, sum ivaleyst verður millum FM avbjóðararnar

Tað hevur ljóðað leingi, at hann fór at skifta EB/Streym út við NSÍ ella Víking. Í síðstu viku visti bolt.fo at siga, at hann vandi við NSÍ, og í kvøld váttar felagið í Runavík søguna.

Rógvi Egilstoft Nielsen hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ. Talan er um spælara, sum heilt víst verður evni til at vera millum teir fyrstu ellivu og ivaleyst ein av bereandi kreftunum.

Rógvi Egilstoft Nielsen er fjølgávaður á tann hátt, at hann er førur fyri bæði at vera miðverji og vongverji umframt at hann er hollur miðvallarspælari.

Sandavágsmaðurin, sum leygardagin fyllir 27 ár, hevur síðani 2013 spælt við EB/Streymi – burtursæð frá seinnu hálvu í 2016 tá ið hann var á Skála. Í EB/Streymi hevur hann verið álitismaður og liðformaður. Fyrstu árini í vaksnamannafótbólti spældi hann í 07 Vestur.

Sambært faroesoccer.com hevur Rógvi Egilstoft Nielsen spælt 179 landskappingardystir í bestu deildini.

Í ár vann NSÍ bronsu. Glen Ståhl er nýggjur venjari í felagnum. Nýggir spælarar eru Halraldur R. Højgaard, Jákup Jakobsen og Karstin Hansen av Skála og nú Rógvi Egilstoft Nielsen úr EB/Streymi.

Eingin ivi tykist vera um, at NSÍ aftur í 2020 fer at vera ein av stóru avbjóðarunum í kappingini um at røkka toppin.