NSÍ hevur gjørt tveir sáttmálar

Talan er um ein miðvallara og ein framrættaðan spælara

Mynd: (Álvur Haraldsen) Búi Egilsson í dysti fyri NSÍ

Mynd: (Álvur Haraldsen) Búi Egilsson í dysti fyri NSÍ

Tað hevur verið venjaraskifti hjá NSÍ í vikuni, men í hópinum er ongin broyting enn. Guðjón Tórðarson er farin aftur til Íslands, meðan svenksi Glenn Ståhl er nýggjur venjari. Hann hevur gjørt tvey ára sáttmála.

Nú hava tveir av spælarunum eisini longt sáttmálan. Talan er um Betuel Hansen og Búa Egilsson. Betuel Hansen hevur ein part av sínum fótbóltsuppvøkstri í Silkeborg, og spældi nógv á besta liðnum at byrja við, tá hann kom aftur til Føroya. Í ár hevur hann tók fyri tað mesta verið eykamaður, men nú hevur hann longt sáttmálan og ætlar helst at síðast fyri sínum plássi á miðjuni. 

23 ára gamli Búi Egilsson kom NSÍ undan hesum kappingarárinum, og hevur fingið fast pláss. Hann er uppvaksin í Vági og hevur spælt við FC Suðuroy og samanlagda TB/FCS/Royn. Í fjør tók hann lopið til NSÍ og hevur nú longt sáttmálan við tveimum árum.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Búi Egilsson í dysti fyri NSÍ