NSÍ kiksaði á heimavølli

1. DEILD: AB, sum nú er aftast, megnaði javnleik á útivølli ímóti favorittunum í NSÍ

mynd: ab.fo

mynd: ab.fo

Støðutalvan segði, at NSÍ var stórur favorittur, tá ið teir næstbestu hjá AB seinnapartin vóru við Løkina.

Úrslitið var 2-2 eftir hálvleiksstøðuna 1-1.

Úrslitið ber við sær, at NSÍ er næstfremst við 26 stigum. Tað eru trý stig fram til Víking, sum hevur spælt ein dyst fleiri enn NSÍ. Tað eru trý stig aftur til HB, sum annað mánakvøld skal spæla útsettan dyst í Runavík.

AB er aftast við átta stigum, men gongdin seinastu ferðirnar hevur víst, at tað avgjørt gongur rætta vegin. AB hevur vunnið øll átta stigini í fimm teimum seinastu dystunum.

Jann Martin Mortensen legði NSÍ framum 1-0 longu í 4. minutti, og Árni G. Nielsen javnaði til 1-1, tá ið 20 minuttir vóru farnir. Leivur Fossdal Guttesen, sum AB júst hevur leigað úr HB, var á vøllinum í 65 minuttir. Tíggju minuttir eftir steðgin legði hann AB framum 2-1.

Pætur Turiðarson Skipanes javnaði til 2-2, tá ið tað restaðu átjan minuttir.

Á NSÍ liðnum vóru Jann Martin Mortensen og Aron Kundsen teir einastu millum teir fyrstu ellivu, sum regluliga hava verið í besta hópinum. Mórits Heini Mortensen varð innskiftur, tá ið stórur hálvur tími var farin, og beinanvegin í seinna hálvleiki varð Búi Egilsson skiftur inn. Hann loysti Jann Martin Mortensen av. Bæði Mórits Heini og Búi hava verið darvaður av skaðum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki varð Aron Knudsen skiftur út.

Hjá AB vóru Jákup Pauli Breckmann og Bartal S. Petersen á vøllinum alla tíðina. Jónas Stenberg varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin. 

mynd: ab.fo