NSÍ koyrir á

1.DEILD: Hóast Clayton Soares við tveimum málum legði B71 á odda, so svaraði NSÍ aftur og vann

Meðan tað hevur skinklað eitt sindur hjá besta NSÍ liðnum, sum úr trimum teimum fyrstu umførunum hevur vunnið trý stig, so gongur tað strúkandi hjá næstbesta liðnum.

Í gjár var NSÍ á Sandi, har tað eydnaðist gestunum at vinna 3-2. NSÍ úrtøkan úr fýra dystum er tíggju stig, og NSÍ er næstfremst – tvey stig aftanfyri Skála sum hevur fulla úrtøku.

Hetta var aðru ferð í ár, at B71 tapti á heimavølli við einum máli. Fyrra ferðin var ímóti B36, sum 19. mars vann 2-1 á Sandi. B71 hevur spælt fimm dystir og hevur seks stig.

NSÍ legði seg framum í 19. minutti, og B71 svaraði aftur ein minutt seinni. Málskjútti hjá NSÍ var Meinhard Debes Geyti, og málskjútti hjá B71 var Clayton Soares.

Tíggju minuttir undan steðginum var Clayton Soares tvífaldur málskjútti, tá ið hann umsetti brotsspark til 2-1 B71 leiðslu.

B71 leiðslan helt, inntil seinni hálvleikur var fimm minuttir gamal. Tá skoraði NSÍ liðformaðurin Sølvi Sigvardsen, og tá ið tað restaðu 13 minuttir, skoraði Meinhard Janusarson NSÍ sigursmálið, og harvið vann NSÍ 3-2. Uppleggið átti 17 ára gamli Oddur Heinesen, sum fyri fyrstu ferð var millum teir fyrstu ellivu á næstbesta NSÍ liðnum. Tríggjar ferðir áður - tvær ferðir í fjør og eina ferð fyrr í ár - er hann skiftur inn.

Næsti dystur hjá B71 verður á Skála, og næsti dystur hjá NSÍ verður á útivølli ímóti B36.