NSÍ lumpaði B36

1. DEILD: Hóast NSÍ í seinna hálvleiki var undirmannað, og B36 hevði nógvar royndir ímóti málinum, so eru øll stigini á veg inn í Runavík

Tað vóru fegnir NSÍ spælarar, og tað vóru vónbrotnir B36 spælarar, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð í Gundadali í kvøld.

NSÍ vann 1-0. Einasta málið varð skorað stutt undan steðginum. Málskjútti var 17 ára gamli Meinhard Janusarson. Fyrr í ár hevur hann sambært faroesoccer sjey ferðir verið skiftur inn á næstbesta NSÍ liðið. Í kvøld var hann fyri fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu, og hetta var fyrsta ferðin, at hann skoraði mál í 1. deild.

Burtursæð frá málverjanum Karstin Hansen var eingin á NSÍ listanum, sum plagar at vera á besta liðnum.

Á B36 liðnum vóru fleiri, sum hava royndir á besta liðnum – Símun Rógvi Hansen var í málinum, Bjarni Petersen var í verjuni og eisini Martin Agnarsson, Hugin Samuelsen og Brian Jakobsen vóru millum teir fyrstu ellivu. Í seinna hálvleiki varð Hannes Agnarsson skiftur inn.

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, varð Atli D. Petersen hjá NSÍ vístur av vøllinum, og brotsspark varð dømt til B36. Hugin Samuelsen misnýtti brotssparkið. Karstin Hansen í NSÍ málinum fór annan vegin, og Hugin sendi bóltin í hitt borðið, men ólukkutíð fyri hann og B36 rakti hann í stólpan, og so fór bólturin út til málspark.

Í seinna hálvleiki vardu gestirnir, og tað eydnaðist væl. Tølini siga, at B36 við 11 monnum ímóti 10 hevði 10 hornaspørk og NSÍ tvey, B36 hevði sjey royndir á málið og NSÍ tvær, B36 hevði sjey royndir, har bólturin fór framvið málinum, og NSÍ hevði onga sovorna roynd.

Kortini vann NSÍ 1-0.

Úrslitið ber við sær, at NSÍ er næstfremst við 25 stigum – sama stigatal sum toppliðið Víkingur – og B36 er á sjeynda plássi við 17 stigum.

Leygardagin skal B36 spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík, og NSÍ fær vitjan av AB.

https://www.in.fo/myndasavn/

Víkingur12741261225
NSÍ12741301825
13724262423
HB12633292221
B6812534251718
B7113535242218
B3613526172317
07 Vestur13355172014
FC Hoyvík1313917406
AB13211016297