NSÍ: Lyklaspælarar leingja og tilgongd kemur úr HB

Kvinnuliðið hjá NSÍ luttók fyri fyrstu ferð í fleiri ár í ár, og tað stendur við til komandi kappingarár

Mynd: (NSÍ) Frá vinstru Vinjard Johansen, Eyðgerð Mikkelsen, Dánjal Hansen, formaður í NSÍ

Mynd: (NSÍ) Frá vinstru Vinjard Johansen, Eyðgerð Mikkelsen, Dánjal Hansen, formaður í NSÍ

Kvinnuliðið hjá NSÍ hevur fingið tvey silvurhiðursmerki í hesum kappingarárinum, sum er tað fyrsta kappingararið í longri tíð. NSÍ skrivar á Facebook, at felagið er longu frarið í gongd við fyrireikingarnar til komandi kappingarár, har vónin er at gera tað enn betri.

Felagið boðar frá, at fleiri spælarar halda fram komandi kappingarár. Millum teirra eru Heidi Sevdal, Margunn Lindholm, Monika Samuelsen og Sjarlotta Joensen. Heidi Sevdal og Margunn Lindholm eru eisini landsliðsspælarar, og eru millum profilarnar í føroyskum kvinnufótbólti.

Tað verður eisini boðað frá, at felagið hevur gjørt avtalu við málverjan Eyðgerð Mikkelsen, sum hevur spælt við HB í ár. NSÍ kom í steypafinaluna, men tapti 3-0 móti KÍ leygardagin. Nú sær út til, at NSÍ ætlar sær ikki minni komandi kappingarár, men spurningurin er um tað er nokk til at geva KÍ skarpan ganga um meistaraheitið.

##med2##

##med3##

##med4##

##ms##

Mynd: (NSÍ) Frá vinstru Vinjard Johansen, Eyðgerð Mikkelsen, Dánjal Hansen, formaður í NSÍ

Mynd: (NSÍ) Frá vinstru Vinjard Johansen, Monika Samuelsen, Margunn Lindholm, Dánjal Hansen, formaður í NSÍ

Mynd: (NSÍ) Frá vinstru Vinjard Johansen, Heidi Sevdal, Sjarlotta Joensen, Dánjal Hansen, formaður í NSÍ