NSÍ og Víkingur hittast aftur í morgin

1. DEILD: Tríggir dystir í næstbestu deildini vera leygardagin og tveir sunnudagin

Í kvøld vann Víkingur 1-0 ímóti NSÍ í Betrideildini. Dysturin var í Sarpugerði.

Í morgin hittast NSÍ og Víkingur aftur. Tað verður í næstbestu deildini, og tá verður tað í Runavík.

Leygardagin og sunnudagin verður triðja umfar í næstbestu deildini.

Eftir tvey umfør eru fýra lið ósigrað. Umframt Víking og NSÍ eru tað KÍ og B68.

Felags fyri KÍ og B68 er, at tey skulu spæla sunnudagin í høvuðsstaðnum. B68 ímóti FC Hoyvík og KÍ ímóti B36.

AB, sum einki stig hevur vunnið í tveimum teimum fyrstu umførunum, skal í morgin spæla á útivølli ímóti B71, sum hevur verið partur av javnleikum í báðum umførunum, sum higartil eru avgreidd.

Eins og B71 hevur 07 Vestur higartil verið partur av tveimum javnleikum. Leygardagin fær 07 Vestur vitjan av HB, sum hevur eitt stig.

 

 

NSÍ – Víkingur: Rani A. Skaalum kl. 13.00

07 Vestur – HB: Stephan Petursson kl. 15.00

B71 – AB: Bent Tommy Linklett kl. 15.00

Sunnudagin

FC Hoyvík – B68: Rúni Olsen kl. 12.30

B36 – KÍ: Heini Z. Viðoy kl. 16.00

 

Víkingur2110424
NSÍ2110424
2110424
B682110324
B362101223
B712020222
07 Vestur2020222
FC Hoyvík2011351
HB2011131
AB2002140