Komandi hálvu aðru vikuna verður kappingin um Løgmanssteypið avgreidd. Fjórðingsfinalurnar verða mikukvøldið, og hálvfinalurnar verða um vikuskiftið. Leygardagin 5. desembur steypafinalan.
NSÍ gjørdst stóri vinnarin í 27. umfari í landskappingini við at vinna sær annað plássið. Hetta við at vinna á B36 á Tórsvølli, samstundis sum KÍ misti á stokkinum móti HB í Klaksvík. NSÍ hevur við hesum tryggjað sær pláss í Evropa til komandi kappingarár. Tí er trýstið eitt sindur øðrvísi á NSÍ í ár.
Liðið hevur hevur bara vunnið eitt heiðursmerki síðani FM-gullið í 2007. Tað var steypakappingini í 2017. Nú hevur liðið prógvað, at ta tolir at standa móti trýstinum. Bæði í 27. umfar í landskappingini, men eisini hevur liðið staðið ímóti í flestu av toppdystunum. Hetta eru góðir eginleikar fyri eitt lið, sum skal vinna í steypakappingini. NSÍ verður uttan Bárð J. Hansen, sum enn hevur trupulleikar við knænum. Annars eru allir mans tøkir. Tórður Thomsen gav avboð til landsliðið, men er klárur aftur.
##med2##
Gestirnir av Skála standa eftir við Svartaperi. Eftir ein góðan enda upp á kappingarárið, bleiv tað ikki nokk í niðurflytingarstríðnum. Skála hevur sett venjara fyri komandi árini, og fleiri av evnaríkastu spælarunum hava eisini longt sáttmálan, men liðið skal spæla í næstbestu deildini.
Ein av teimum evnaríku er Andreas Egeberg Jacobsen. Hann hevur ein skaða í búkinum, sum ger at hann ikki verður tøkur. Pætur Dam Jacobsen er ivasamur og hevur ikki vant í seinastuni.
##med3##
NSÍ hevur vunnið allar kommunu-uppgerðirnar í hesum kappingarárinum. Teir hava vunnið 4-0, 4-1 og 1-0. Skála skal vóna at tað kemur at líkjast mest 1-0 ósigrinum, tí tá var Skála við í dystinum líka til tað seinasta. NSÍ er favorittur, serliga við tí formi sum Klæmint A. Olsen og Petur Knudsen eru í.
Løgmanssteypið 2020 – fjórðingsfinalur:
Mikudagin:
Víkingur-TB (klokkan 17) Beinleiðis á FM1
Dómari: Eiler Rasmussen
NSÍ-Skála (klokkan 19) Beinleiðis á FM1
Dómari: Kári á Høvdanum
B36-AB (klokkan 19) Beinleiðis á FM1
Dómari: Alex Troleis
07 Vestur-HB (klokkan 19) Beinleiðis á FM1
Dómari: Rúni Gaardbo