NSÍ stendur seg betri á útivølli

Tað eru sjey vikur, síðani TB vann fulla úrtøku

Síðsta vikan hevur verið soltin hjá NSÍ. Sunnukvøldið endaði tað við 3-0 heimatapi ímóti B36, og mikukvøldið endaði tað við 1-0 heimatapi ímóti KÍ.

Hesi bæði úrslitini bera við sær, at møguleikin at vinna FM er minkaður, men hann er ikki burtur, og dagsskráin er nú fyrst og fremst at varðveita europeiska atgongumerkið.

NSÍ hevur ikki tapt á útivølli síðani 11. apríl. Millum sigrarnar á útivølli er 3-0 sigurin 5. mai í Trongisvági.

Pætur Hentze er langtíðarskaddur. Allir hinir NSÍ spælararnir eru tøkir.

TB er sloppið undan vandanum at flyta niður. Tað var undan kappingarbyrjan málið hjá aldursforsetanum. Síðstu ferðirnar hevur tað ikki hilnast so væl. TB hevur ikki vunnið síðani 4. august, tá ið tað eydnaðist at vinna 2-0 á Eiði. Síðani er bara eitt stig vunnið í posan. Tað var, tá ið tað endaði 1-1 í Fuglafirði.

Hjá TB kemur tað illa við, at Ivan Ivanovic er so mikið darvaður av skaða í fótinum, at hann neyvan er førur fyri at spæla. Aron Sørensen noyddist av vøllinum í Klaksvík. Tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla ídag. Á sama hátt er tað við Eiriki Ellendersen, sum er darvaður av skaða í fótinum.