NSÍ vann fyrsta dystin

1. DEILD: Bronsuvinnararnir frá í fjør vunnu í kvøld ímóti gullvinnarunum frá í fjør

So er bólturin av álvara farin á rull. Í góðveðrinum í kvøld var fyrsti dysturin í næstbestu deildini, tá ið teir næstbestu hjá NSÍ við Løkina í Runavík høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi.

NSÍ vann 2-0. Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Atli D. Petersen var fyrsti málskjútti í ár, tá ið hann í 11. minutti setti bóltin í netið aftanfyri Sonna Højgaard í málinum hjá Víkingi. Jógvan Højgaard átti uppleggið.

Tá ið stórur hálvur tími var farin, økti Jørgen Nielsen um munin. Tá átti Sølvi Sigvardsen uppleggið.

Rógvi Egilstoft var millum spælararnar á NSÍ liðnum. Hann varð skiftur út, tá ið tað restaði eitt korter. Bogi Løkin varð skiftur inn á NSÍ liðið miðskeiðis í seinna hálvleiki.

NSÍ hevði 12 hornaspørk og Víkingur trý.

Í seinna hálvleiki royndi Víkingur at leggja trýst á heimaliðið, og tað vóru fleiri spentar støður í NSÍ brotsteiginum, uttan at tað spurdist nakað burturúr.

 

Hinir dystirnir í fyrsta umfari:

Leygardagin

AB – Skála: Rani A. Skaalum kl. 15.00

B71 – KÍ: Áki Leitisstein Hansen kl. 14.00

FC Suðuroy – B36: Heini Ziskason Viðoy kl. 14.00

Sunnudagin

HB – EB/Streymur (á Tórsvølli): Jón Tór Baldvinsson kl. 18.00