NSÍ var effektivari enn TB tá á stóð (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður Stefan Radosavljevic hjá TB og Jens Martin Knudsen, hjálparvenjara hjá NSÍ

Klæmint A. Olsen gjørdi aftur góðan mun hjá NSÍ í dag við at skora tvey mál í dystinum móti TB við Stórá í Trongisvági (Savnsmynd)

Klæmint A. Olsen gjørdi aftur góðan mun hjá NSÍ í dag við at skora tvey mál í dystinum móti TB við Stórá í Trongisvági (Savnsmynd)

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI, 

og hoyr samrøðurnar FM1 gjørdi við:

1) Stefan Radosavljevic, áleypara hjá TB

2) Jens Martin Knudsen, hjálparvenjara hjá NSÍ

aftaná NSÍ vann 3-0 á TB við Stórá í Trongisvági seinnapartin.

TB hevði nógvar stórar málmøguleikar í fyrra hálvleiki, men teir tóku ikki av. Stefan Radosavljevic og Jens Martin Knudsen eru ikki ósamdir um, at NSÍ var effektivari liðið í dag. 

Fyri NSÍ var talan um triðja sigurin á rað í Betrideildini. Fyri TB var talan um fjórða tapið á rað um ein roknar 1-5 tapið móti Skála í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið uppí.

Klæmint A. Olsen gjørdi aftur góðan mun hjá NSÍ í dag við at skora tvey mál í dystinum móti TB við Stórá í Trongisvági (Savnsmynd)