Nú er B36 oddalið

B36 vann 3-1-sigur ímóti TB í Gundadali í dag.

B36 og TB sparkaðu fótbóltsvikuskiftið í gongd seinnapartin, tá ið liðini bæði dystaðust í Gundadali. Eitt skert TB-lið skuldi royna at vinna sær enn fleiri stig til stríðið í niðara parti av deildini, meðan B36 við sigri kundi vinna sær oddasessin.

Tað vóru einans spældir góðir tveir minuttir, tá ið gamli TB-arin, Stefan Radosavljevic, varð spældur púra leysur og legði B36 á odda 1-0 ímóti barndómsfelagi sínum, sum hann ikki vildi feiðra málið ímóti, men heldur rætti armarnar upp og bað um umbering.

Fitt av málmøguleikum vóru - serliga til B36 - og eftir góðum hálvum tíma økti Lukasz Cieslewicz til 2-0 við skoti av brotsteigarmarkinum.

Gott bit var tó eisini í TB-álopunum, ikki minst takkað tí kropssterka Ken Fagerberg, og stutt fyri hálvleik megnaðu gestirnir eisini at minka um munin til 2-1 við máli frá Ragnari Tausen, sum úr stuttari fjarstøðu tveitti seg og prikaði bóltin í málið.

Aftur í seinna hálvleiki vóru nógvir málmøguleikar, og tað var heimaliðið, B36, sum átti teir flestu. B36 fekk eisini einasta málið í seinna hálvleiki. Tað var Alex Mellemgaard, sum skeyt hetta málið við brotssparki smáar 20 minuttir fyri leiklok.

Við 3-1-sigrinum í dag hevur B36 sett seg einsamalt á oddasessin í Betrideildini, men longu í kvøld kann KÍ aftur vinna seg upp undir liðina á B36, tá ið teir kl.19.45 fáa vitjan av Skála.

Í morgin eru tríggir dystir á skránni. AB - NSÍ, Víkingur - EB/Streymur og HB - ÍF. Teir dystirnir byrja allir kl.15.00.

 

B36 - TB 3-1 (2-1)

1-0: Stefan Radosavljevic, 3.

2-0: Lukasz Cieslewicz, 33.

2-1: Ragnar Tausen, 41.

3-1: Alex Mellemgaard, 71. (br.)

Dómari: Kári J. á Høvdanum

B36: Hans Jørgensen - Jónas Tór Næs, Andrias H. Eriksen, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard (85. Mattias Weihe Joensen) - Eli F. Nielsen - Árni Frederiksberg (66. Brian Jakobsen), Stefan Radosavljevic, Benjamin Heinesen (46. Hannes Agnarsson) - Michal Przybylski

Gul kort: Andrias H. Eriksen, Lukasz Cieslewicz, Eli F. Nielsen

TB: Milos Budakovic - Eirikur M. Ellendersen, Heine Mortensen, Martin Tausen, Dánjal Godtfred - Nikolei Johannesen (56. Jannik Dalfoss), Veljko Vukovic, John Villi W. Leo, Ragnar Tausen, Jens Erik Bruhn (79. Ári Thomassen) - Ken Fagerberg (85. Jóhan R. Thomsen)

Gul kort: Veljko Vukovic, Jannik Dalfoss