Nú er Bale aftur í Tottenham

Premier League: Walisiska heimsstjørnan er aftur í Tottenham, eftir sjey ár í Real Madrid

Tottenham hevur í dag tryggjað sær Gareth Bale fyri komandi kappingarár. Hann er leigaður úr Real Madrid, har hann situr á bonkinum og blomstrar. Hartil hevur Tottenham keypt Sergio Reguilón frá sama Real Madrid.

Søgan um walisiska Gareth Bale byrjaði væl, men nú er hann nærmast gúppaður úr Real Madrid, har hann hevur sitið á bonkinum seinastu tvey árini. Í 2013 bleiv Gareth Bale heimsins dýrasti spælari, tá Real Madrid keypti hann úr Tottenham. Her hevur walisiski vongurin skorað í eitt nú tveimum Champions League finalum og vunnið fýra, og avgjørt eina spanska steypakapping.

Seinasta kappingarárið hevur hann sitið nógv á bonkinum. Tað hevur verið gjørt nógv burturúr, at hann leggur meira í at spæla golf í frítíðini, enn at spæla við Real Madrid, har venjing einki álit hevur á honum. Nú er hann útleigaður til Tottenham, sum tapti í fyrsta umfarinum í hesum kappingarárinum.

Tottenham hevur eisini keypt 23 ára gamla Sergio Reguilón. Hann er vinstri bakkur og er ein kærkomin tilgongd hjá José Mourinho, sum ikki er í góðum lag fyri tíðina. Hann segði millum annað, at hann ikki er nøkdur við liðið, eftir at Tottenham tapti fyri Everton tíðliga í kappingini.