Nú er Harry Kane toppskjútti

Premier League: Men tað gongur einki serligt hjá Tottenham, meðan United er á veg móti einum tryggum 2. plássi

Mynd: (Scanpix) Harry Kane skorar móti Newcastle, men tað var ikki nokk til at vinna dystin

Mynd: (Scanpix) Harry Kane skorar móti Newcastle, men tað var ikki nokk til at vinna dystin

Fýra dystir vóru í 30. umfari í Premier League í gjár. Harry Kane skoraði tvær ferðir, tá Tottenham misti eina 2-1 leiðslu í Newcastle. Manchester United var aftanfyri, men vann á heimavølli. Southampton sleit seg leyst av niðurflytingarstríðnum.

Umfarið byrjaði í suðuronglandi, har Burnley var á vitjan í Southampton. Gestirnir komu á odda 2-0 longu aftaná ein hálvan tíma, men tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð stóð Southampton eftir við øllum. Heimaliðið vann 3-2 við málum frá Stuart Armstrong, Danny Ings og Nathan Redmond.

Harry Kane toppskjútti

Í Newcastle er kreppa. Liðið spælir illa og er uttan fleiri av bestu spælarunum í framrættaða spælinum. Tað vóru bara tvey stig niður til niðurflytingarstrikuna undan dystinum móti Tottenham, sum í sínum lag hevur trupult við at fáa samanhangandi úrslit.

Ein góð lýsing av heimalið er teir seks minuttirnir í fyrra hálvleiki, tá trý mál komu. Fyrst skoraði útskeldaði Joelinton til 1-0 fyri heimaliðið, men bara seks minuttir seinni var støðan 2-1 til Tottenham við tveimum málum frá Harry Kane. Hann er nú toppskjútti í Premier League við 19 málum.

Tað er hinvegin heldur ikki óvanligt hjá Tottenham, at tveita eina leiðslu vekk. Tað gjørdu teir eisini her, tá Joseph Willock javnaði til 2-2 fimm minuttir fyri tíð. Hann er útleigaður frá Arsenal. Tottenham er í hørðum stríðið við Chelsea, Liverpool og West Ham um fjórða plássið, ið gevur atgongd til Champions League.

Við hesum úrslitinum kundi Fulham við sigri yvirhálað Newcastle og koma røttu megin niðurflytingarstrikuna. Teir vóru á vitjan hjá Aston Villa, sum av álvara hevur fingið fótin fyri seg í Premier League. Tað prógvaðu teir eisini í gjár og vunnu 3-1.

Sjálvt um Fulham kom á odda við máli frá serbiska Alexandar Mitrovic, sum er í stórformi í løtuni, so svaraðu vertirnir aftur seinasta hálva tíma. Fyrst tvær ferðir Trezeguet og síðani sett nýggi enski landsliðspælarin, Ollie Watkins, punktum við máli til 3-1. 

Í gjárkvøldið setti Manchester United ein striku undir, at teir ætla sær annað plássið. Manchester United vann á Old Trafford 2-1 á Brighton, sum annars var á odda 1-0 í hálvleikinum. Málskjútti var fyrrverandi áleyparin hjá Manchester United, Danny Welbeck. Í seinna hálvleiki skoraði Marcus Rashford og Mason Greenwood fyri heimaliðið, sum nú er fýra stig frammanfyri Leicester, ið er á triðja plássi.

Seinastu dystirnir í hesum umfarinum verða í kvøld.

1Man City31235366:2174
2Man Utd30179458:3360
3Leicester30175853:3456
4Chelsea30149746:3051
5Tottenham30147951:3249
6Liverpool30147951:3649
7West Ham29147845:3549
8Everton281441040:3746
9Aston Villa291351142:3144
10Arsenal301261240:3542
11Leeds301331447:4842
12Crystal Palace291071231:4737
13Southampton301061439:5336
14Wolves29981228:3835
15Burnley30891324:4033
16Brighton307111233:3832
17Newcastle30781530:5029
18Fulham315111524:4126
19WBA30491725:5921
20Sheffield Utd30422417:5214

Mynd: (Scanpix) Harry Kane skorar móti Newcastle, men tað var ikki nokk til at vinna dystin