Nú er tað Cristiano Ronaldo

Champions League: Portugisiska heimsstjørnan er ótroyttilig

Í kvøld verða tvær fyrru 1/8 finalur í Champions League. Í gjár setti Kylian Mbappé FC Barcelona og Lionel Messi upp á pláss. Nú er túrurin komin til Cristiano Ronaldo og Juventus, sum spæla móti FC Porto. Eisini skal norska álopsstjørnan hjá Borussia Dortmund fáa rætta beinið úr songini, um teir skulu koppa Sevilla. 

FC Porto – Juventus (20.00)

Fyrri dysturin verður í kvøld á Estadio do Dragao í Portugal. Heimaliðið hevur ein mann tøkan, hvørs navn hevur fingið ein nýggjan týdning. Talan er um áleyparin, Jesus Corona, sum hevur sitið uttanfyri við leikbanni móti Boavista. FC Porto hevur ikki vunnið í fýra teimum seinastu dystunum í øllum kappingum.

Gestirnir eru uttan navnframar spælarar sum Paulo Dybala og Leonardo Bonucci, men fyrrverandi Arsenal spælarin, Aaron Ramsey, er tøkur aftur. Hetta er pallurin, har Cristiano Ronaldo trívist best. Í Seriu A hevur Juventus ávísar avbjóðingar og tapti seinast móti Napoli. Stóra málið hjá juventus er at vinna Champions League. Returdysturin verður í Torino í Italia 9. mars. 

Sevilla – Borussia Dortmund (20.00)

Fyrri dysturin verður í kvøld á Ramon Sanchez Pizjuan í Sevilla. Heimaliðið er í stórform og hevur vunnið níggju dystir upp í slag. Serliga verjuparturin er stinnur og í kvøld er legendan á liðnum, Jesus Navas, er tøkur aftur.

Gestirnir hava stórar avbjóðingar í Bundesliguni. Sjálvt um liðið telur spælarar sum Jadon Sancho og álopsstjørnuna Erling B. Haaland. Teir skulu hava rætta beinið úr songini, um teir skulu bróta niður verjuna hjá Sevilla. Thomas Meunier er tøkur aftur eftir skaða, meðan danski Thomas Delaney er eftir í Týsklandi, tí konan skal eiga.

Returdysturin verður 9. mars á Signal Iduna Park í Týsklandi.

Champions League 1/8:

Í kvøld:

FC Porto – Juventus (20.00)

Sevilla – Borussia Dortmund (20.00)

Í gjár:

FC Barcelona – PSG 1-4

RB Leipzig – Liverpool 0-2