Nú er tað minni vindur í Runavík

Nýggi spælarin er á beinkinum hjá HB í kvøld

Klokkan 20 fer Petur Reinert at bríksla fyri fyrstu ferð í síðsta dystinum í hesum umfarinum. Klokkan knapt tíggju í kvøld verður greitt, hvussu støðutalvan verður eftir fyrsta triðingin av landskappingini.

Fyrr í dag boðaði HB frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við U-21 landsliðsspælaran Mads Boe Mikkelsen. Hann hevur ikki enn vant saman við nýggju liðfeløgunum. Hann er á dómaraseðlinum, og hann er millum teir, sum frá fyrsta bríksli sita á beinkinum.

Líkindini at spæla fótbólt hava ikki verið nakað serlig við Løkina í Runavík. Tað hevur verið nógvur vindur inn eftir vøllinum og nógv regn. Nú er vindurin minkaður, og tað er ljósari í veðrinum.

NSÍ – HB: Petur Reinert kl. 20.00.

 

NSÍ - HB kl. 20.00

Dómari: Petur Reinert

NSÍ: Tórður Thomsen – Jóhan Troest Davidsen, Oddur Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen – Bárður J. Hansen, Mórits Heini Mortensen, Betuel Hansen, Búi Egilsson, Jann S. Benjaminsen – Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen

Á beinkinum: Karstin Hansen, Haraldur R. Højgaard, Steffan A. Løkin, Pætur Hentze, Samlundur Bech, Pætur Turiðarson Skipanes, Aron Knudsen

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Daniel Johansen – René S. Joensen, Mikkel Frankoch, Mathias Nygaard, Pætur J. Petersen – Dan í Soylu, Øssur M. Dalbúð

Á beinkinum: Jákup Højgaard, Mads Boe Mikkelsen, Heri H. Mohr, Ási Dam, Dánjal Reginsson, Kevin Schindler

 

HB871023621
962126916
B369612261316
NSÍ852120417
Víkingur9423141311
ÍF9414122010
EB/Streymur92166167
TB91356122
AB90455243
Skála90166271