Nú er trýstið á Fleyr

Flogbóltur: Kvinnurnar hjá Fleyr hevur ryggin móti múrinum

Fríggjakvøldið misti Fleyr týðandi fet í jagstranini eftir FM-finalunum, tá liðið tapti spennandi 5-settaran ímóti KÍF, sum er á seinna finaluplássinum – trý stig undan Drátti á triðja plássi, sum tó hevur spælt ein dyst minni.

Tó livir ein lítil vón enn hjá Fleyr um, at tað framvegis ber til at røkka finalunum. Men so skal nógv ganga við og einki ímót. Fyrsta treyt er at vinna trý stig í dystinum ímoti TB, sum verður í Trongisvági í dag.

TB liggur aftast við bert fýra stigum, eftir bert at hava vunnið ein dyst hetta kappingarárið, men tann dystin vann TB 3-0 á júst Fleyr.

##med2##