Nú er Uros Stojanov toppskjútti í Føroyum

Serbiski áleyparin hjá ÍF, Uros Stojanov hevur fingið eina avbera góða byrjan upp á sítt fyrsta kappingarár í føroyskum fótbólti.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Uros Stojanum er toppskjútti í føroyskum fótbólti

Mynd: (Álvur Haraldsen) Uros Stojanum er toppskjútti í føroyskum fótbólti

Serbiski áleyparin hjá ÍF, Uros Stojanov hevur fingið eina avbera góða byrjan upp á sítt fyrsta kappingarár í føroyskum fótbólti. Hann skoraði í gjár hattrik, tá ÍF vann 3-0 móti Skála í Fløtugerði. 

Uros Stojanov hevur nú skorað 10 mál í 12 dystum og er toppskjútti í føroyskum fótbólti. Hetta hóast ÍF liggur á sætta plássi. Næst honum koma tríggir spælarar úr nøkrum av størru feløgunum. Jóannes Bjartalíð úr KÍ, Michal Przybylski úr B36 og Petur Knudsen úr NSÍ hava skorað átta mál.

Síðani koma Klæmint A. Olsen úr NSÍ og Meinhard E. Olsen og Sebastian Pingel úr B36 við sjey málum. Hóast HB liggur á odda í landskappingini, so hevur ongin á liðnum skotið fleiri enn seks mál. Tað eru Adrian Justinussen, sum hevur verið skaddur meginpartin av árinum, og René Shaki Joensen.

Uros Stojanov hevur skorað fimm av sínum tólv málum móti Skála. Tvey í fyrsta umfari, tá ÍF vann 2-1 á Skála, og so í gjár, tá hann skoraði øll málini í 3-0 sigrinum í Fuglafirði. Hini fimm málini hevur hann fordeilt yvir dystir móti HB, KÍ, EB/Streymi, Víkingi og TB.

ÍF, sum bara fekk seks stig í fjør, hevur í ár fingið 19 stig í 12 teimum fyrstu dystunum. Skøvan á lakkinum er tapið í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, har ÍF tapti 1-0 móti TB.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Uros Stojanum er toppskjútti í føroyskum fótbólti