Nú eru Atli og Klopp í parti

Jurgen Klopp bleiv kosin til ársins venjara og fór í parti við Atla Gregersen

Fyrr í vikuni var Fótbóltsgalla hjá FIFA, har altjóða fótbóltssamgongan skal kjósa millum annað ársins spælarar og ársins venjarar. Lionel Messi bleiv kosin til ársins spælara frammanfyri Virgil van Dijk og Cristiano Ronaldo, meðan amerikanski heimsmeistarin, Megan Rapinoe, bleiv kosin til ársins spælara hjá kvinnunum.

##med2## 

Hjá monnum bleiv venjarin hjá Liverpool, týski Jurgen Klopp, valdur til ársins venjara. Hann var í uppskoti saman við Mauricio Pochettino (Tottenham) og Pep Guardiola (Manchester City). Liverpool vann farna kappingarár Champions League og bleiv nummar tvey í Premier League.

Í takkartaluni boðaði Jugren Klopp frá, at hann nú verður partur av Common Goal felagsskapinum. Tað er ein felagsskapur, har spælarar og venjara lata eitt prosent av lønini til vælgerandi endamál. Maðurin aftanfyri felagsskapin er miðvallarin hjá Manchester United, Juan Mata. Í fjør kom Atli Gregersen seg eisini upp í felagsskapin.

 ##med3##

- Eg segði við teir, at eg var sinnaður at hjálpa til, men at mín fótbóltsløn ikki røkkur langt í mun til teirra. Teir vóru skjótir at siga við meg, at tað skuldi eg als ikki hugsa um, tí málið er at fáa gongd á eina rørslu og at øll hjálp er góð. Eisini um tú kanst gera vart við Common Goal, segði Atli Gregersen, eftir at Juan Mata hevði bjóðað honum vælkomin í felagsskapin á sosialu miðlunum.