Nú eydnaðist tað hjá Firvaldi

5-mannafør gentur: Í fínum endaspurti settu tær av Tvøroyri tingini upp á pláss

Tað hevur verið nógv upp og niður hjá gentunum umborð á Firvaldi hjá Froðbinar Sóknar Róðrarfelag.

Á eystanstevnu á Skálafjørðinum var Firvaldur fyrstur á mál, men tá varð hann kolldømdur fyri at hava stýrt skeivt.

So vónaðu tær har suðuri, at tað skuldi eydnast á jóansøku í Vági, men tað eydnaðist akkurát ikki.

Í dag stemmaði alt hjá Firvaldi, sum vann fyri fyrstu ferð í ár. Firvaldur var alla tíðina millum teir fremstu. Teistin av Argjum var fremstur eina løtu, og so vóru tað Drekin hjá Havnar Róðrarfelag og Firvaldur, sum stríddust um oddasessin.

Tað sá út til eina løtu, at Drekin fór at vera tann drúgvari, men so varð ikki. Firvaldur hevði nógv mest sannførandi endaspurtin og vann við tað mesta av einari bátslongd.

Fípan Fagra úr Klaksvík vann sera spennandi kappingina um bronsuplássið.

 

1Firvaldur05:27.247  
2Drekin05:28.476  
3Fípan Fagra05:32.315  
4Frúgvin05:32.454  
5Teistin05:34.353  
6Jallurin05:38.422  
7Rókurin05:41.241  
8Falkur05:42.130  
9Sílið05:43.040  
10Ingibjørg05:43.080  
11Spógvin05:44.150  
12Ternan05:52.340  
13Blikur06:22.210