Nú fer Skansin eisini at stuðla landsliðnum á útivølli (FM1)

(FM1) Hoyr Johan Ásmundsson og Johan Hentze greiða frá ferðini Skansin skipar fyri til útidystirnar í Oslo og í Stokkhólmi í november

Hoyr Johan Ásmundsson og Johan Hentze frá Skansanum greiða frá ferðini tey í Skansanum skipa fyri til útidystirnar í Oslo og í Stokkhólmi í november mánað

Hoyr Johan Ásmundsson og Johan Hentze frá Skansanum greiða frá ferðini tey í Skansanum skipa fyri til útidystirnar í Oslo og í Stokkhólmi í november mánað

Nú skal føroyska fótbóltslandsliðið eisini kenna fløvan frá væl stuðlandi og dygdargóðu fjepparunum hjá Skansanum, ið eiga sín stóra lut í, at landsdystir á Tórsvølli eru ein góð uppliving.

Í sambandi við at føroyska fótbóltslandsliðið skal spæla í Noregi fríggjakvøldið 15.november og í Svøríki mánakvøldið 18.november skipar Skansin fyri ferð til hesar báðar dystirnar.

Flogið verður beinleiðis úr Vágum til Oslo 14.november, har gist verður tvær nætur. 
Leygardagin 16. november verður farið við bussi ella toki til Stockholm, har gist verður 3 nætur. Flogið verður beinleiðis heimaftur úr Stockholm til Vágar týsdag 19.november.

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI, 

 og hoyr Johan Ásmundsson og Johan Hentze frá Skansanum greiða frá túrinum teir skipa fyri, og týdningin, at føroyska fótbóltslandsliðið eisini fær stuðul á útivølli. 

Hoyr Johan Ásmundsson og Johan Hentze frá Skansanum greiða frá ferðini tey í Skansanum skipa fyri til útidystirnar í Oslo og í Stokkhólmi í november mánað