Nú hevur AB fingið sin áleypara

Í fleiri ár hevur AB leitað eftir einum áleypara, nú hava teir fingið Adeshina Lawal

Mynd: (ab.fo) Á myndini ynskir forkvinnan hjá AB, Doris V. Rasmussen, Adeshina Lawal vælkomnan til AB.

Mynd: (ab.fo) Á myndini ynskir forkvinnan hjá AB, Doris V. Rasmussen, Adeshina Lawal vælkomnan til AB.

Argja Bóltfelag hevur í kvøld kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við Adeshina Lawal. Hann hevur fyrr verið á veg til AB, men endaði í ÍF og síðani Víkingi. Argjamenn hava leingi leitað eftir einum áleypara.

AB hevur eisini gjørt sáttmála við málverjarnar Bjarta V. Mørk (HB) og Silas Eyðsteinsson (07 Vestur). Tað er greitt at væl lýddi málverjin, danski Tobias Larsen, ikki heldur fram. Hann kom til felagið í summar. Somuleiðis ljóðar at spælarar Jobin Drangastein og Mikkjal Hentze ikki ætla at spæla á besta liðnum komandi kappingarár. 

AB skrivar:

Adeshina Lawal, sum seinastu sjey árini hevur spælt fótbólt í Føroyum, tekur komandi ár eitt tørn á liðnum hjá AB, har hann hevur gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár. 

Adeshina hevur spælt fyrst tvey ár við B36, og síðani tvey ár við ÍF og trý ár við Víkingi. Nú vendir hann aftur til høvuðstaðarøkið og verður partur av hópinum hjá AB í 2020, har hann fer at styrkja um álopspartin. Adeshina hevur skotið fitt av málum í karrieru síni, og vónandi vera nøkur mál skotin afturat í AB-búnanum komandi ár.

Mynd: (ab.fo) Á myndini ynskir forkvinnan hjá AB, Doris V. Rasmussen, Adeshina Lawal vælkomnan til AB.