Nú hevur Magnus skift felag

EB/Streymur hevur skrivað undir sáttmála við nýggjan álopsspælara

mynd: EB/Streymur

mynd: EB/Streymur

Bæði ímóti Víkingi og EB/Streymi og aftur í dag, tá ið EB/Streymur var í Fuglafirði og vann 3-2, var Magnus Heinason í álopinum hjá EB/Streymi.

Tískil er tað ikki óvæntað, tá ið EB/Streymur í kvøld boðar frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Magnus Heinason.

EB/Streymur skrivar soleiðis íkvøld:

EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við 20 ára gamla gøtumannin Magnus Heinason.

Magnus hevur seinastu árini verið fastur fúsur á 1. deildarliðnum hjá Víkingi, men hevur eisini spælt 6 dystir í Betri deildini og skotið eitt mál (móti EB/Streymi í 1-1 javnleikinum í fyrrárið).

Magnus kann spæla fleiri ymisk pláss á vøllinum, men hevur í øllum trimum venjingardystunum í ár spælt í álopinum. Hann feiraði eisini sáttmálan við at skjóta sítt fyrsta mál FYRI EB/Streym í 3-2 sigrinum í Fuglafirði í dag, siga teir í EB/Streymi.

mynd: EB/Streymur